Blákrossheimið søkir atstøðing

Søkt verður eftir atstøðingi til Blákrossheimið
Starvið inniber, at tú verður við í avrúsingartoyminum saman við sjúkrarøktarfrøðinginum og læknanum. Tú hevur ábyrgd av motivatiónsbólkinum og reingerð og verður kontaktpersónur. Umframt hetta kemur tú at avloysa í viðgerðarbólkinum og familjuviðgerðini, og arbeiðið kann verða bæði dag- og kvøldvakt.
Viðgerðin á Blákrossheiminum er ein sálarlig og sosialnámsfrøðilig viðgerð, sum m.a. byggir á kognitivar og atferðarligar broytingar, skipað við bólkaarbeiði, staksamrøðum og fysiskari venjing. Tú verður partur av viðgerðartoyminum.
Vit rokna við, at tú:

  • hevur viðkomandi útbúgving og royndir at arbeiða við menniskjum við trupulleikum av bundni.
  • hevur lætt við at koma í kontakt við menniskju.
  • ert álitisvekjandi og hevur góð innlivingar- og samstarvsevni.
  • dámar at arbeiða sjálvstøðugt og hevur lætt við at meta um ymiskar støður.
  • vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa krossi Føroya.
  • gert praktiskt arbeiði.

Løn/setanartreytir:
Talan er um 0,6 tíðarstarv. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. november 2015. Byrjað verður í starvinum 1. desember 2015.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Olgu Magnussen, leiðara á Blákrossheiminum.
T-post: olga@blakross.fo, ella tlf. +298770770
Umsóknin skal sendast til:
Blákrossheimið
Att.: Olga Magnussen, leiðari
við Pæturshús 2, FO-655 Nes
Ella á teldupost: blakrossheimid@blakross.fo
Blákrossheimið
www.blakrossheimid.fo