Blákrossheimið: Vegna korona verður eingin vitjan uttanífrá fyribils
Nú koronasmittað er brotin út aftur í føroyska samfelagnum, verður ikki tikið ímóti vitjandi á Blákrossheiminum. Hetta er fyribils fyrivarni, inntil myndugleikarnir koma við greiðari, meira varandi vegleiðing um hvussu skal gerast skal.
Hetta merkir, at fundirnir týsdag og hósdag ikki eru opnir fyri luttakarum uttanífrá. Hetta er galdandi fyri bæði fyrilestrahaldarar og luttakarar. Eisini er eftirviðgerðin, sum vanliga er týsdag, avlýst.
Nærri boð vera at hoyra, so skjótt vit vita.