770 770

Útbúgving í DAT

Vilt tú menna tínar terapeutisku førleikar? Kom so og nem tær útbúgving í Dialektiskari atferðarterapi.

DAT
Dialektisk atferðarterapi er ein vísindaliga grundaður sálarfrøðiligur viðgerðarháttur, sum hevur víst seg at veita munagóða hjálp á nógvum økjum, eins og persónsleikaórógvi, rúsnýtsluórógvi, tunglyndi, etingarólagi og øðrum. DAT-viðgerðin hjálpir klientinum at fáa eitt nógv betri lív, sum er minni eyðkent av sálarlíðing, sjálvskaðandi atferð, rúsmisnýtslu, etingarólagi og atferð, sum annan hátt minkar um lívsgóðskuna.

Tað er Casper Aaen, løggildur sálarfrøðingur, sum undirvísir. Útbúgvingin fevnir um ástøðið, sum undirbyggir DAT og fer ígjøgnum kjarnuførleikaøkini: uppmerksemi, relatiónir, kenslur og kreppur. Umframt hetta, verður undirvíst í kliniskum amboðum so sum ketugreiningum, uppmerksemisvenjingum og øðrum. Nógv høvi vera, at royna vitanina, undirvíst verður í, av í venjingum.

Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða innan sálarheilsuøkið. Tvs. rúsviðgerðar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarfrøðingar, psykoterapeutar, sosialráðgevar, læknar og líknandi.

Stað: Hilton Garden Inn, Tórshavn
Dato: 9. – 11. sept., 7. – 9. okt., 18. – 20. nov.
Klokkan: 8:30 – 16:00
Kostnaður: 18.780,-
Tilmeldingarfreist: 1. juni

Tilmelding
Ynskir tú, at melda teg til, kanst tú senda Blákrossheiminum ein teldupost ella ringja 770 770. Vinarliga upplýs for- og eftirnavn, aldur, bústað, telefonnummar, útbúgving, starv og starvsstað og, um viðkomandi, um atlit skal takast til ovurviðkvæmi fyri eitt nú gluten ella laktosu.

Meldar tú teg til áðrenn 1. mai, fært tú 10% í avsláttri!