Dátutrygd raðfest høgt á Blákrossheiminum

Tá ið tú fert í viðgerð á Blákrossheiminum, er tað – eins og tað er í allastaðni viðbreknir upplýsingar verður savnaðir og goymdir – av størsta týdningi, at tíni rættindi sum privatpersónur verða vird.

Í summar varð umfatandi nýggj dátuverndarlóg samtykt í Løgtinginum. Nýggja lógin kemur í gildi 1. januar 2021. Hendan lógin leggur seg upp at strongu krøvunum, sum sokallaða GDPR (General Data Protection Regulation) lóggávan hjá ES, setur fyri vernd av persónsupplýsingum. Í viðmerkingunum til lógina, stendur millum annað soleiðis:

Endamálið við løgtingslógini erat tryggja persónverndina hjá tí einstaka, tá persónupplýsingar verða viðgjørdar. Viðgerðin skal m.a. virða persónliga frælsi hjá tí einstaka.

Løgtingslógin hevur eitt breitt virkisøki og er í útgangsstøðinum galdandi fyri alla viðgerð av persónupplýsingum, sum fer fram bæði fyri tað almenna og fyri tað privata, um so er at viðgerðin heilt ella lutvíst er elektronisk ella um persónupplýsingarnar eru settar í eina skrá.

“Vit hava fyrr í ár arbeitt við einum nýggjum KT-politikki, og hava vit í tí sambandi endurskoða og dagført allar okkara mannagondir,” sigur Jütta J. Olsen, leiðari á Blákrossheiminum. “Tøknin flytir seg alla tíðina og gerst ein alsamt størri partur av okkara virksemi á Blákrossheiminum. Tað hevur týdning fyri okkum og okkara viðskiftafólk, at alt er trygt og sambært dagførdari lóggávu tá ið tað kemur til viðkvæmar persónsupplýsingar.”

Tað er í samband við nýggju lóggávuna, at Blákrossheimið fyrr í ár fekk sítt upplýsingarkervi trygdarskoða av Spekt. Hetta snýr seg um tær mannagongdir og ta tøkni, sum verður nýtt á stovninum. Persónsupplýsingar skulu verða vardir í øllum samanhangum.

Somuleiðis hevur Blákrossheimið frá Dátueftirlitinum fingið loyvi at viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar. Hetta loyvið varð givið 3. septembur. Í løtuni virkar Dátueftirlitið sum loyvisstovnur, men fer eftir 1. januar at virkar sum eftirlitsstovnur.