Dátuverndarkunning hjá Blákrossheiminum
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Blákrossheiminum at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti er kunnaður um hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í kap. 4 í dátuverndarlógini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.
Vit eru dátuábyrgdari
Blákrossheimið er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Blákrossheimið
Við Pæturshús 2
FO-655 Nes
T-post: blakrossheimid@blakross.fo
Telefonnummar: +298 770770
Nær viðger Blákrossheimið persónupplýsingar um teg
Blákrossheimið viðger persónupplýsingar í sambandi við okkara virksemi, harundir tær uppgávur, sum vit sum stovnur hava skyldu at loysa og tær tænastur stovnurin hevur skyldu ella hevur avgjørt at veita tær. Her er talan um nógvar ymiskar tænastur og er alt frá: inniviðgerð, útiviðgerð, DAT ung, eftirviðgerð, útiviðgerð fyri kvinnur og avvarandi, og onnur tilboð, sum stovnurin veitir búfólki og avvarandi.
Tað kann vera at stovnurin hevur gjørt eina avtalu við teg, og tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónupplýsingar um teg.
Eisini kann tað verða at tú hevur sent stovninum ein fyrispurning, eina umsókn, eina klagu, ella eina starvsumsókn, o.s.fv. sum ger at stovnurin skal viðgera tað tú sendir inn sum eitt mál og hetta ger at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.
Stovnurin kann eisini viðgera eitthvørt mál har tú ert ein partur av málinum, tá verða tínar persónupplýsingar eisini viðgjørdar.
Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Blákrossheimið skal veita búfólki lógarásettar tænastur og veitingar, og tí er tað neyðugt hjá stovninum at viðgera tínar persónupplýsingar.
Tí eru tað fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar:
- Stovnurin kann hava eina rættarliga skyldu yvirfyri tær sum ger at vit viðgera persónupplýsingar um teg.
- Tað kunnu verða uppgávur, sum krevja viðgerð av tínum persónupplýsingum, sum er grunda á tað myndugleikaútinnan sum stovnurin hevur.
- Vit kunnu eisini hava fingið samtykki frá tær til at viðgera tínar persónupplýsingar.
Lógir, kunngerðirnar o.a. sum Blákrossheimið arbeiðir undir, eru millum annað:
- Løgtingslóg nr. 53 frá 7. mai 2019 um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð
- Løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg
- Løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum, sum broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 10. mai 2024
- Anordning nr. 821 af 22. juni 2018 om ikrafttræden for Færøerne af sundhedsloven, sum broytt við anordning nr. 1443 frá 29. juni 2021
Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð
Tað kunnu sum víst omanfyri verða ymsar persónupplýsingar sum stovnurin viðger og heimildargrundarlagið er eisini ymist.
- Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-3, 5 og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-3, og nr. 6 og 8, so stk. 2., umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
- Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.
Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:
- Roknast skal við at Blákrossheimið viðger bæði vanligar persónupplýsingar og viðkvæmar persónupplýsingar um búfólk og borgarar, alt eftir hvat málið/viðgerðin snýr seg um.
Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Blákrossheimið gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari, sum stovnurin hevur savnað í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.
Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini, ella lóg um alment innlit osv, at vit senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari.
Harafturat nýta vit í summum førum dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.
Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Blákrossheimið sendir í útgangsstøðið ikki persónupplýsingar til veitarar ella dátuviðgerarnar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond).
Um so er, at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.
Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Sum áður nevnt, so heintar stovnurin tínar persónupplýsingar, og fyri tað mesta eru tær beinleiðis frá tær, men tær kunnu eisini verða frá øðrum.
Í onkrum førum fær Blákrossheimið persónupplýsingar um teg um vit skulu viðgera eitt mál sum tú á ein ella annan hátt, ert ein partur av. Tá kunnu persónupplýsingarnar verða komnar frá øðrum almennum myndugleikum ella felagsskapum, sum til dømis frá, Sjúkrahúsverkingum, Almannaverkinum, TAKS, ella frá landsfólkayvirlitinum, ella frá tí, sum hevur lagt málið fram fyri okkum.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.
Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
Blákrossheimið hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
Sum almennur myndugleiki skjalførir Blákrossheimið post, sum kemur inn og fer út. Í hesum sambandi fylgir Blákrossheimið galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast.
Blákrossheimið hevur sambært sundhedsloven, fyrisitingarlógini og skjalasavnslógi o.ø. skyldu at varðveita upplýsingar í málum. Mál hjá Blákrossheiminum verða flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn. Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur Blákrossheimið ikki longur atgongd til upplýsingarnar.
Starvsumsóknir hjá teimum, sum ikki fingu starv hjá okkum, verða burturbeindar eitt ár eftir, at Blákrossheimið tók avgerð í málinum.
Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1 og 2).
- Rætturin til kunning í §§ 23-25
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
- Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
- Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
- Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at stovnurin skal framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.
- Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.
- Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
- Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
- Rætturin at taka samtykki aftur
Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til okkum á blakrossheimid@blakross.fo, ella á telefon +298 770770
Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Metir tú, at Blákrossheimið ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo
———
Seinast dagført 6. juni 2025