Datvarpið 15 – Hvar kemur sálarlíðing frá?
Hví menna summi menniskju sálarlíðing? Sambært DAT er tað orsaka samspælinum millum einstaklingin og umhvørvið, einstaklingurin er føddur inní. Um einstaklingurin er føddur serliga sárbærur kensluliga og umhvørvið er óviðurkennandi, kann sálarlíðing verða ment. Hetta verður kallað “biososiala modellið”.
Gestur í Datvarpinum er Leivur á Lakjuni, sum er sálar- og DAT viðgerði á Blákrossheiminum.
Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.