Datvarpið 30 – Grundkensla: Skuldarkensla (við Monu Breckmann Westcott)

Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni skuldarkensla.

Gestur í hesum partinum er Mona Breckmann Westcott, sum millum annað sjálv podcastar um eitt nú kenslur og eisini lesur sálarfrøði.

Lurta eftir Tankaføði, podcastinum hjá Monu her: www.buzzsprout.com/1028251

Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.