Datvarpið 32 – Grundkensla: Øvund (við Hanus á Gørðum)

Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni øvund.

Gestur í hesum partinum er Hanus á Gørðum, sum er prestur og psykoterapeutur (við útbúgving í DAT).

Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir í Datvarpinum. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum.