Fráfaringarrøðan hjá Jüttu J. Olsen (23. juni 2023)

Fyri 16 árum síðan ringdi Olga Magnussen til mín og segði mær, at nú fór eitt starv sum deildarsjúkrarøktarfrøðingur at verða lýst leyst á Blákrossheiminum. Eg hevði tá verið í barnsburðarfarloyvi í eitt ár og var klár at byrja aftur í mínum starvi sum sjúkrarøktarfrøðingur á Landsjúkrahúsinum. Eg bleiv tó eitt sindur forvitin. Eg visti ikki nógv um starvið og hvat tað innibar, annað enn at hetta var ein viðgerðarstovnur, sum eg hevði havt eitt ávíst samskifti við, ígjøgnum mítt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur á B6. Eg minnist at eg eitt kalt kvøld í desembur í 2006 fór inn til Lamba at práta við Olgu, fyri at hoyra meira um, hvat hetta innibar. Hetta kvøldið birtist ein spenningur í mær at royna nakað nýtt, og eg valdi at søkja.

Nú góð 16 ár seinni standi eg her, og eg kann ikki siga annað enn, at hetta hava verið 16 sera spennandi og lærurík ár.

Starvið á Blákrossheiminum hevur verið fjølbroytt. Tað hevur fylt nógv í mínum lívið og nógv er hent hesi árini. Arbeiðið við at lýsa innihaldið í arbeiðinum, sum eftir hondini bleiv gjørt fyri nógvum árum síðani, hevur lagt lunnar undir tað arbeiðið, sum sæst í dag. Ætlanir um at fáa onnur hølisviðurskiftir at arbeiða undir, vóru uppá tal, tá eg byrjaði í 2007, men hóast vóninar um betri hølisviðurskiftir vóru høgar, so kom steðgur í og einki frættist um tað í nøkur ár. Tað bleiv síðani tikið uppaftur og nýggja snotiliga Blákrossheimið stóð klárt í 2014, har vit fingu bestu karmar at arbeiða undir. Síðani tá hava vit miðvíst arbeitt fram ímóti at menna arbeiðið, og við dugnaligum starvsfólkum, hevur hetta latið seg gjørt.

Øll starvsfólkini, sum starvast á Blákrossheiminum, eru nakað serligt. Tey eru góð við arbeiðsplássið og loyal yvirfyri arbeiðsplássinum og sínum starvsfeløgum. Eg eri sera takksom fyri at eg slapp at leiða júst hendan starvsfólkabólkin, sum hvønn dag hevur gjørt sítt ítasta fyri at vit kunnu veita eina dygdargóða viðgerð til okkara viðskiftafólk. Tey eru ágrýtin, positiv, dugnalig, vælgjørd og sera arbeiðssom og hava hjarta á rætta stað. Hetta eru alt dygdir, sum eg veit gera at arbeiðið framhaldandi ferð at verða gjørt væl og fer at mennast víðari, og tað er neyðugt, tí krøvini eru høg og økjast støðugt. Samanhaldið í hesum starvsfólkabólkinum er sera gott og komi eg at sakna tykkum ómetaliga nógv.

Eitt slogan, sum javnan hoyrist er, at saman standa vit sterk. Hetta er eisini galdandi fyri arbeiðið hjá Bláa Krossi. Samarstarvið í felagssakapinum hevur týdning. Tað ber eftir míni tykki ikki til, ikki at samstarva, tá man arbeiðir innan hetta økið. Vit gera øll ymsikt arbeið, og Blái Krossur Føroya hevur eina breiða viftu av tilboðunum, sum røkka langt. Fyri at hvørt einstakt tilboð skal gera eitt dygargott arbeið, er tað neyðugt við góðum samstarvi. Vit hava jú øll eitt felags mál og júst tað motiverar og gevur meining í arbeiðinum. Felagsmálið er at fyribyrgja, at fólk koma hartil at rúsur gerst ein trupulleiki og at hjálpa teimum, sum eru komin illa fyri av rúsávum og teirra avvarandi. Samstarv er og verður alt avgerandi fyri, at eitt arbeiðspláss ella ein felagsskapur, skal kunna virka á besta hátt. Samstarvið vóni eg framhaldandi fer at mennast, og at hetta verður eyðkennið fyri felagsskapin, sum stendur saman og vísir í verki, at tað at samarstarva, er einasti vegur til framburð.

Um tú vilt korini vita,
best at eg sigi sum minst,
tó eingin veit um júst títt lív,
skapt er til eydnu og ljós

Heimurin fyri tær opin,
kannar teg gjølla og væl.
Merktur av ringastu royndum.
býður tær kortini sess.

Men tú eigur dagin og ljósið,
tú eigur náttina við,
tú eigur stjørnurnar allar,
tú eigur rættin til frið.

Viljin er sterkasta svørið,
bítur á harðasta stál.
Vónin er bjartasti brandur,
lýsir tær veg fram á mál.

Hesi orðini eigur Martin Joensen, sum eru meistarliga væl sett saman og lýsa so væl lívið, sum vit fáa, tá vit traðka inn í henda heimin. Men korini fyri okkum øll eru ikki eins, tað vita vit. Men hóast mótgongd og hóast treytirnar eru ymiskar fyri at fáa eitt gott og virðiligt lív, so býður lívið tær kortini henda sessin. Tú eigur sessin í lívinum, óansæð hvør tú ert ella hvar tú kemur frá, tí vit eiga øll rættin til lívið, rættin til stjørnurnar, dagin og náttina, og alt sum í henni er. Men hóast hetta ikki er okkum øllum unt, so er vón, tí vónin er tað síðsta vit sleppa og er tann brandur, sum lýsir vegin á mál í lívinum. Men tað krevur dirvi, dirvi at møta lívinum, við øllum tí tað kemur við.

Vit hava eitt treytaleyst virði sum menniskju, óansæð hvat. Hetta er eitt lyfti vit hava fingið frá Guði, at hann kennist við okkum, óansæð hvørji vit eru, ella hvat vit hava verið út fyri í lívinum ella hava gjørt okkum royndir av. Vónin hjá okkum, sum arbeiða á Blákrossheiminum er, at hóast lívisins gongulag mangan kennist knortlut og tungt og til tíðir mótleyst, at øll so allíkavæl at uppliva hetta, sum Hans Pauli Heinesen sigur í sanginum, ”Eitt dýpi av dýrari tíð”:

Eisini tá veit eg, at lívið er gáva,
eitt dýpi av dýrari tíð,
sum øll skulu valla ígjøgnum,
rekast og villast inní.

Tað krevur eitt ávíst dirvi at taka ímóti hesi gávuni og at lata hana upp. Tað krevur dirvi at hyggja niður í hana og koma hartil at tú loyvir lívinum at vísa seg við hvørjum penslastroki, og tess litum og skapum. Hetta dirvið sleppur man at uppliva, tá man arbeiðir á Blákrossheiminum. Her møta vit einum lívsvilja hóast mótgongd.

Eg vil at enda takka fyri mína tíð í starvinum, bæði sum deildarsjúkrarøktarfrøðingur og sum leiðari seinast 5 árini. Hetta hevur verið ein fantastisk tíð og vil eg altíð kunna hygga aftur á hesa tíðina við takksemi, fyri alt tað, eg havi fingið og havi lært. Eg vil takka mínum manni fyri treytaleysan stuðul øll hesi árini í starvinum og mínari familju og vinfólkum fyri altíð at verða har fyri meg. Tykkum starvsfólkum fyri at tit tóku so væl ímóti mær, tá eg bleiv sett sum leiðari. Takk fyri tykkara trúfesti og góða samstarv. Síðani vil eg eisini takka nevndini og øllum starvsfólkunum í felagsskapinum, fyri sera gott samstarv og annars øllum samstarvsfeløgum runt um landið fyri at vísa samstarvsvilja mótvegis Blákrossheiminum.

At enda skal ljóða ein serlig tøkk til øll tey, sum hava søkt sær hjálp á Blákrossheiminum. Hvørja ferð ein av tykkum hevur traðka innum hesa gáttina, hava tit sett tykkara spor, sum setir ein serligan dám á tann andan, sum er í húsinum, og tit hava eisini sett tykkara spor í mítt hjarta. Takk fyri tað. Guð signi tykkum øll og gangist tykkum væl.

Takk fyri.

(Mynd: Amy Hansen, juni 2023.)