Galdandi tilmæli í samband við korona, juni 2020

Atgongdin, sum tey, sum ynskja at vitja á Blákrossheiminum, hava, er enn avmarkað orsakað av korona.

  • Eingin vitjanartíð er fyri avvarðandi í vikuskiftinum.
  • Eingin óviðkomandi vitjan er loyvd.
  • Eingir opnir fundir eru týsmorgun og hósmorgun.
  • Útiviðgerarfundir eru týsdag seinnapart sum vanligt. Teir eru í starvsfólkahølinum. Inngongd sunnanfyri húsið. Kaffi og te verður at fáa í starvsfólkarúminum.
  • Mánakvøldsfundir eru sum vanligt. Teir eru í starvsfólkarúminum. Inngongd sunnanfyri húsið. Kaffi og te verður at fáa í starvsfólkarúminum.
  • Hóskvøldsfundir eru sum vanligt í Skjólinum.

Eru ivamál ella spurningar, kann ringjast til 770 770.