Gleðilig jól frá Blákrossheiminum!

Eg vil vegna Blákrossheimið fegin ynskja øllum okkara viðskiftafólkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

Øllum tykkum, sum hava leita tykkum viðgerð frá Blákrossheiminum ynski eg eina friðsæla hátíð. Summi hava verið inni í døgnviðgerð á Blákrossheiminum í longri ella stytri tíð, meðan onnur – bæði eldri og yngri og teirra avvarðandi – hava verið partur av ambulantu viðgerðartilboðunum bæði á Nesi og í Havn.

Tað dirvi og mót, sum krevst, tá ið ein skal gera eina djúpa og umfatandi broyting í lívinum, er tað, sum gevur mær og hinum starvsfólkum á Blákrossheiminum vón og árræði í okkara arbeiði. Haldið fast við ta broyting, sum tit hava gjørt. Eg vóni, at tykkum øllum skal gangast væl í komandi ári.

Til tykkum, sum vit samstarva við hvønn dag, vil eg somuleiðis ynskja eina friðsæla hátíð. Teir stovnar innan heilsu- og almannaverkið, umframt tær vinnufyritøkur, sum vit samstarva við – takk fyri alla vælvild. Eg eri eisini av hjarta takksom fyri tær gávur, sum einstaklingar hava latið Blákrossheiminum í farna ári. Alt hetta hevur alstóran týdning fyri tað arbeiðið, vit gera, og fyri tey viðskiftafólk, sum koma inn til okkara. Við vón um áhaldandi gott samstarv.

Eg gleði meg til komandi ár, tá ið vit millum annað fara at skipa fyri skeiðsvirksemi. Eisini hava vit sett tveir sálarfrøðingar í starv, sum byrja í starvi, fyrst í komandi á. Endamálið við øllum okkara arbeiði er at hjálpa menniskjum, sum eru komin í neyð av rúsmisnýtslu. Hetta hevur altíð verið okkara aðalmál og tað verður tað eisini í 2023.

Bestu ynskir,

Jütta J. Olsen,
leiðari