Gleðilig jól frá Blákrossheiminum

Eg vil vegna Blákrossheimið fegin ynskja øllum okkara viðskiftafólkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

Øllum tykkum, sum hava leita tykkum viðgerð bæði á Blákrossheiminum og í okkara ungdómsviðgerð, DAT Ung, ynski eg eina friðsæla hátíð. Tað dirvi og mót, sum krevst, tá ið ein skal gera eina djúpa og umfatandi broyting í lívinum, tað er tað, sum gevur mær og hinum starvsfólkum á Blákrossheiminum vón og árræði í okkara arbeiði. Haldið fast við ta broyting, sum tit hava gjørt. Eg vóni, at tykkum øllum skal gangast væl í komandi ári.

Til tykkum, sum vit samstarva við hvønn dag, vil eg somuleiðis ynskja eina friðsæla hátíð. Teir stovnar innan heilsu- og almannaverkið, umframt tær vinnufyritøkur, sum vit samstarva við – takk fyri alla vælvild. Eg eri eisini av hjarta takksom fyri tær gávur, sum einstaklingar hava latið Blákrossheiminum í farna ári. Alt hetta hevur alstóran týdning fyri tað arbeiðið, vit gera, og fyri tey viðskiftafólk, sum koma inn til okkara. Við vón um áhaldandi gott samstarv.

Bestu ynskir,

Jütta J. Olsen,
leiðari