Kuno Iversen fingið sálarfrøðiliga løggilding
Kuno Iversen, sum síðan 2016 hevur arbeitt sum sálarfrøðingur á Blákrossheiminum, hevur nú fingið løggilding. Hetta merkir, at Kuno nú kann kalla seg cand.psyk.aut. Tað er Psykolognævnet, sum er partur av almenna danska kærustýrinum, sum løggildir sálarfrøðingar í danska ríkinum.
Kuno las sálarfrøði á lærda háskúlanum í Århus. Hann hevur eisini útbúgving í Dialektiskari atferðarterapi og í PE (Prolonged Exposure) traumaviðger. Hann býr á Toftum saman við konuni og trimum børnum.