Landsstýriskvinnan Sirið Stenberg vitjaði


Í dag hevur landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, vitjað á Blákrossheiminum. Aðalstjórin, Turid Arge, var eisini við.
Síðsta heyst tók Sirið Stenberg við sum landsstýriskvinna í heilsumálum. Hon boðaði skjótt frá, at hon ætlaði at vitja á Blákrossheiminum, sum hoyrir til hennara málsøki.
Í dag var Sirið Stenberg og vitjaði Blákrossheimið á Nesi. Olga Magnussen, leiðari á heiminum, og Frants Jensen, formaður í nevndini fyri heimið, vístu runt og greiddu frá arbeiðinum. Bæði Sirið Stenberg og Turid Arge vóru sera áhugaðar í arbeiðinum og settu nógvar spurningar. Yær fingu eisini høvi at heilsa uppá starvsfólkini og nakrar av brúkarunum.
Mynd:
(Frá vinstru:) Turid Arge, aðalstjóri, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Frants Jensen, formaður í nevndini fyri Blákrossheimið, Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum og Jütta Olsen, deildarsjúkrarøktarfrøðingur.