Leivur á Lakjuni 10 ára starvsdag á Blákrossheiminum
Seinasta hósdag, 1. septembur, var hátíðarhald fyri Leivuri á Lakjuni á Blákrossheiminum. Leivur hevði tann dagin arbeitt á Blákrossheiminum í tíggju ár.
Leivur hevur eina MA í integrativari psykoterapi og eina MSc í sálarfrøði, og er hann á Blákrossheiminum serliga virkin í ambulantu viðgerðini. Hann er eisini toymisleiðari í DAT toyminum og hevur hann yvirskipaða ábyrgd av viðgerðini á Blákrossheiminum.
Ein hugnalig løta varð hildin fyri Leivi á Blákrossheiminum. Umframt starvsfelagar og búfólk, komu konan og børnini hjá Leivi eisini at hátíðarhalda høvið. Bæði Jütta Olsen, leiðari á Blákrossheiminum, og Leivur sjálvur hildu røðu og aftaná drekkamuðin fekk Leivur ein málning, sum Livar Nysted hevði málað.