Melda teg til várfamiljuskeiðið 2017
Melda teg til skeiðið her.
Familjuskeiðið hjá Blákrossheiminum er eitt samansett skeið við undirvísing og bólkasamrøðum, sum strekkir seg yvir 4 mánaðir. Høvuðsendamálið við familjuskeiðinum er at arbeiða fram móti einum lívi, har rúsandi evni ikki seta dagsskránna.
Á skeiðingum verður arbeitt við broytingum og sjálvsfatan, hvussu vandastøður kunnu elva til, at gamlir vanar trína fram aftur, umframt at ljós verður varpað á hvussu sambond við onnur ávirka eins egna lív. Somuleiðis verður arbeitt við ætlan og virkni, ið stuðla undir møguligum broytingum.
Várskeiðið byrjar 9. – 11. mars og heldur á 6. apríl, 4. mai og 1. juni.
Kostnaðurin fyri alt skeiðið er kr. 700,- (matur er við í prísnum).
Skeiðið verður hildið í Skúlanum við Løkin, Rókarvegur 1, Runavík.
Skráin fyri skeiðið er:
Hóskvøld, 09. mars
Kl. 18:00 ‐ 18:45 Vælkomin og ábit
Kl. 18:45 – 19:15 Lívssøga frá avvarðandi
Kl. 19:15 – 19:30 Steðgur
Kl. 19:30 – 20:30 Bólkar
Kl. 20:30 – 21:00 Reflektión
Fríggjakvøld, 10. mars
Kl. 18:00 – 18:45 Ábit
Kl. 18:45 – 19:15 Fyrilestur: Broyting
Kl. 19:15 – 19:30 Steðgur
Kl. 19:30 – 20:30 Bólkar
Kl. 20:30 – 21:00 Reflektión
Leygardagin 11. mars
Kl. 08:30 – 09:15 Morgunmatur
Kl. 09:15 – 09:45 Fyrilestur: Relatiónir
Kl. 09:30 – 10:30 Bólkar
Kl. 10:30 – 10:45 Steðgur
Kl. 10:45 – 11:15 Fyrilestur: Sjávsvirði og sjálvsálit
Kl. 11:15 – 12:15 Bólkar
Kl. 12:15 – 13:00 Ábit
Kl. 13:00 – 13:30 Reflektión
Kl. 13:30 – 14:00 Eftirmeting