Sálarfrøðingur til Blákrossheimið
Søkt verður eftir sálarfrøðingi á Blákrossheiminum.
Blákrossheimið søkir eftir sálarfrøðingi í tíðaravmarkað starv frá 1. oktober til 31. juli 2022.
Starvið inniber, at arbeiða við bólkaviðgerð, staksamrøðum og framløgum, fyri tað mesta á DAT ung deildini.
Roknast kann við ferðing millum høvðusdeildina, sum er Blákrossheimið, staðsett á Nesi og DAT ung deildina, sum er staðsett í Havn. Bólkaviðgerðin kann ganga fyri seg aftaná kl. 16.00
Viðgerðin er skipað sum DAT-viðgerð (Dialektisk atferðar terapi).
Vit leggja dent á:
- Førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
- Góð samskiftisevnir – og at tú ert álitisvekjandi og fyrikomandi
- Yrkisføri og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávur
- Gott tvørfakligt samstarv og fleksibilitet
- At tú ert jaglig/ur og hevur góð innlivingar- og samstarvsevnir
- At tú hevur áhuga og hegni at arbeiða við ungum fólkum
- At tú vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya
Førleikar
- Cand.psych ella samsvarandi útbúgving við løggilding
- Umsøkjarar uttan løggilding kunnu eisini søkja starvið
- DAT útbúgving
- Umsøkjarar uttan DAT útbúgving kunnu eisini søkja starvið
- Viðkomandi royndir
Vit kunnu bóða
- Eitt spennandi starv í toymi saman við sálarfrøðingi og psykoterapeutum
- Fakliga menning, DA T toymi og supervisón
- Gott sosialt arbeiðsumhvørvi saman við góðum starvsfeløgum
- Møguleika fyri at fáa útbúgving í DAT
Løn/setanartreytir:
Talan er um eitt fulltíðar tíðaravmarkað starv. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið.
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. aug. 2021 kl. 12.00.
Byrjað verður í starvinum 1. okt. 2021.
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jüttu Olsen, leiðara á Blákrossheiminum.
T-post: jutta@blakross.fo, ella tlf. + 298 780 760
Umsóknin skal sendast til:
blakrossheimid@blakross.fo
Att.: Jütta J. Olsen, leiðari
Blákrossheimið, veitir viðgerð til tey við rúsnýtsluórógv og teirra avvarandi, er stovnsett av Bláa Krossi Føroya við góðkenning frá Føroya Landsstýri.