Samanumtøka av ársfrágreiðingini hjá Blákrossheiminum 2016

Ársfrágreiðingin fyri undanfarna ár á Blákrossheiminum er nú fullførd og almannakunngjørd. Frágreiðingin kann lesast her. Niðanfyri eru áhugaverd punkt úr henni.
Evni

  • Øll, sum fingu hjálp á Blákrossheiminum í 2016 vóru bundin av alkohol. 74% vóru einans bundin av alkohol, meðan 7% eisini vóru bundin at tablettum, 5% vóru bundin at alkohol, tablettum og hash, og seinastu 14% vóru bundin at alkohol, tablettum, hash og harðari rúsevnum.
  • Næstan eingin í Føroyum misnýtir einans hash og harðari rúsevnir. Misnýtslan av hesum rúsevnum er so at siga altíð blandað við misnýtslu av rúsdrekka. Hetta er eitt serligt, føroyskt fyribrigdi, sum ivaleyst kemur av avmarkaðu og óstøðugu atgongdini, sum er til rúsevni.
  • Í seinna hálvári 2016 var ein sokallaður hash-turkur í Føroyum, har tað var torført, um ikki ómøguligt at fáa fatur á hash. Tá leitaðu tey flestu, sum ynsktu sær hash, men ikki fingu tað, sær eftir rúsdrekka, heldur enn harðari og dýrari rúsevnum.

Aldur

  • Miðalaldurin á teimum, sum vóru í viðgerð í 2016 var 48 ár. Hetta er umleið sami miðalaldur sum seinastu 4-5 árini.
  • Tey flestu, sum leitaðu sær viðgerð í 2016 – ella neyvt talt 73% av øllum brúkarunum – vóru ímillum 30-60.
  • 13 fólk ímillum 18-29 ár vóru í viðgerð í 2016 – harav vóru 2 undir 19 ár.
  • Ung misnýta í størri mun sterkari rúsevnir, eins og hash, amfetamin, kokain, heroin og onnur, samanborið við eldri.
  • Í heyst fer Blákrossheimið undir serskilda rúsviðgerð til ung ímillum 15-18 ár.
  • Fyribyrgingardeildin hjá Bláa krossi Føroya skipar fyri sjálvhjálparbólkum fyri ung í aldrinum 8-17 ár, sum vaksa upp í umhvørvi, har rúsmisnýtsla ger seg galdandi.

Kyn

  • 86% av teimum, sum vóru í viðgerð í 2016, vóru menn og 14% kvinnur.
  • Býtið er líkt tí, sum hevur verið seinastu árini: millum 2012 og 2015 hava mennirnir umboðað ímillum 72% og 80% av teimum, sum fingu viðgerð.

Viðgerðartíttleiki

  • 186 fólk fingu viðgerð á Blákrossheiminum í 2016, samanborið við 175 í 2015.
  • 47 persónar av hesum fingu samtaluviðgerð, og 6 fingu samtaluviðgerð sum avvarandi hjá misnýtara.
  • 133 innleggingar vóru á Blákrossheiminum í 2016.
  • 80,4% av hesum komu í viðgerð fyri fyrstu ferð. 12,3% fyri aðru ferð, 4,3% fyri triðju ferð og 2,9% fyri fjórðu ferð og oftari.

Familjuviðgerð

  • Blákrossheimið hevur í 2016 arbeitt miðvíst við at gera alla familjuna part av viðgerðini, ikki misnýtaran einans.
  • Familjuráðgevi er settur til endamálið.
  • Í 2016 skipaði Blákrossheimið fyri tveimum skeiðum fyri avvarandi. 13 luttakarar tóku av hesum tilboðnum.