770 770

Skeið í kognitivari atferðarterapi (KAT)

Dagfesting: 5., 6. og 7. novembur 2025.Staðseting: Hotel Hilton Garden Inn, Staravegur 13, 100 Tórshavn.
Kostnaður: 5.950,- kr.Freist: Freistin at tekna seg er 19. oktobur 2025.

Á hesum skeiðinum verða nýggjastu háttaløgini og framferðarhættirnir lagdir fram, sum hava við angist, tunglyndi, misnýtslu, lágum sjálvsvirði og gruplan at gera. Á skeiðinum læra luttakarar um ymisku lutirnar, sum eru partur av kognitivari heildarviðgerð, so teir eftir skeiðið kunnu brúka ymisk terapeutisk amboð í síni tillagaðu viðgerð av klientum.

T.d. verður undirvíst í viðgerðarbyrjan, motivatión, viðgerðarmálum, fyrireiking, psykoedukatión, kognitiva umbyggjan. Eisini verður undirvíst í ymiskum viðgerðarstigum: s.s. virkisstigið, eksponeringsstigið, varveitslustigið og endastigið.

Skeiðið kann geva viðgerum innan nógv ymisk viðgerðarøki íblástur. Ein røð av terapeutiskum inntrivum verða lagdar fram á útbúgvingini, eins og viðurkenningarhættir, sjálvsumsorgan og sjálvsviðurkenning, umframt broytingar-, eksponerings- og greiningaramboð.

Undirvísarin
Tað er Casper Aaen, sálarfrøðingur, sum fer at undirvísa. Hann er serfrøðingur innan Dialektiska atferðarterapi (DAT) og PTSD viðgerð (PE). Hann arbeiðir í løtuni á einum døgnstovni fyri borgarar við kensluliga óstøðugum persónsleikabygnaði og PTSD, har DAT er karmur um viðgerðina, teir fáa. Hann hevur í 20 ár virka við DAT í ambulantum høpi í sambandi við ymisk sløg av sálarliga sjúkum.

Hann hevur skrivað bøkurnar, Lev med dine følelser og Kom over dit livs traume – en selvhjælpsbog for mennesker med PTSD, sum Psykiatrifonden gav út ávikavist í 2011 og 2014. Hann er eisini ein av høvundunum av bókunum, PTSD – psykoterapeutiske metoder, sum Hans Reitzels Forlag gav út í 2018, og Grundbog i kognitive metoder, sum Dansk Psykologisk Forlag gav út í 2019.

Luttakarar
Hetta er ein tvørfaklig útbúgving. Útbúgvingin er ætlað fakbólkum sum dagliga arbeiða við menniskjum, s.s. námsfrøðingum, lærarum, rúsviðgerum, sjúkrarøktarfrøðingum, sálarviðgerum, sosialráðgevum, sálarfrøðingum og læknum. Skeiðið er fyri virkin professionell, sum hava áhuga í persónsleikaórógvi, sjálvskaða, OCD, etingarólagi og rúsnýtsluórógv.

Tilfar verður sent til allar luttakarar áðrenn skeiðið byrjar.

Skeiðsdagar

  • 5., 6. og 7. novembur 2025

Freist og kostnaður
Freistin at tekna seg til skeiðið er 19. oktobur 2025.

Kostnaðurin er 5.950,- kr.

Tá ið tú hevur meldað teg, verður rokning send til tín ella títt starvsstað.

Staðseting:
Hotel Hilton Garden Inn, Staravegur 13, 100 Tórshavn.