Vit kunnu menna PTSD, tá vit uppliva traumatiskar hendingar. Tey sum menna PTSD kunnu hava trupult við at handfara gomul mynstur og við hesum kann fylgja bundni, tunglyndi og persónsleikaórógv. Tað kennist ofta sera ambivalent hjá menniskjum, ið líða av PTSD, at arbeiða við sínum hjáárinum, sum ofta hava við órógvandi hendingar teirra fortíð at gera. Men tey kunnu fáa tað betri við at arbeiða við teirra hjáárinum. Hetta minkar um teirra líðing.
Tvey høvðusøki verða viðgjørd í hesi verkstovu um “Prolonged Exposure”, stytt PE: Psykoedukatión og strategiir verða løgd fram, sum hjálpa borgarum at handfara traumatisk/PTSD hjáárin í nútíðini, við tí endamáli at meira gagnliga skilja og megna endurupplivingar, undanvik og yviransni. Hitt økið er sjálv viðgerðin av traumatiskum hendingum, har nógv ymisk amboð verða løgd fram. Luttakarar fara at læra um terapeutiskar framferðarhættir, sum kunnu hjálpa teimum, ið líða av PTSD, s.s. sjálvsumsorgan, ímyndaða eksponering, fatan fyri fortíð/nútíð/framtíð og viðgerð av truplum kenslum.
PE fer fram eftir trimum viðgerðarsporum: 1) Eksponering av traumatiskum minnum. 2) Eksponsering av tí, sum persónurin skýggjar í dag, fyri at sleppa undan at minnini verða kveikt. 3) Arbeiða við óhjálpsomum sannføringum, sum persónurin hevur um seg sjálvan, onnur og heimin.
Á skeiðnum verða øll stig í viðgerðini gjøgnumgingin við framløgu, venjingum og donskum filmsbrotum, sum vísa viðgerðina í verki. Luttakarar fáa innlit í granskingina og ástøðið handan Prolonged Exposure, og hvussu teir skulu handfara kensluligu strongdina, borgarar kunnu uppliva undir viðgerðini. Luttakarar læra at raðfesta in-vivo eksponeringar og at fullføra ímyndaða eksponering og sokallað “hot spots”. Vant verður áhaldandi á skeiðnum. Filmsbrot frá veruligari viðgerð av klientum verða víst.
Allir lutir í viðgerðini verða gjøgnumgingnir og vandir, so luttakarar eftir skeiðið eru førir fyri at veita Prolonged Exposure viðgerð. Eisini verður vísindaliga grundaða viðgerðin, COPE, sum er ætlað til borgarar við tvísavnaðum diagnosum við bundni og PTSD, løgd fram.
Undirvísarin Tað er Casper Aaen, sálarfrøðingur, sum fer at undirvísa. Hann hevur fullført nógvar verkstovur í Prolonged Exposure við Ednu Foa. Hann er løggildur supervisari í PE. Hann superviserar PTSD viðgerðina í psykiatriini í Keypmannahavnsøkinum og arbeiðir hann við traumasjúklingum í psykiatriini í Keypmannahavn. Hann hevur nógvar kliniskar royndir við PTSD viðgerð. Hann hevur skrivað bøkurnar, Lev med dine følelser og Kom over dit livs traume –en selvhjælpsbog for mennesker med PTSD, sum Psykiatrifonden gav út ávikavist í 2011 og 2014. Hann er eisini ein av høvundunum av bókini, PTSD – psykoterapeutiske metoder, sum Hans Reitzels Forlag gav út í 2018. Umframt hetta hevur hann í nógv ár gjørt sær royndir við dialektiskari atferðarterapi til borgarar við borderline og etingarólagi.
Luttakarar Hetta er ein tvørfaklig útbúgving. Útbúgvingin er ætlað fakbólkum sum dagliga arbeiða við menniskjum, s.s. námsfrøðingum, lærarum, rúsviðgerum, heilsurøktarum, sjúkrarøktarfrøðingum, sálarviðgerum, sosialráðgevum, sálarfrøðingum og læknum. Skeiðið er fyri virkin professionell, sum hava áhuga í PTSD, persónsleikaórógvi, sjálvskaða, etingarólagi og rúsnýtsluórógv. Tilfar verður sent til allar luttakarar áðrenn skeiðið byrjar.
Skeiðsdagar:
9. – 10. oktober 2025
23. – 24. oktober 2025
Freist og kostnaður Freistin at tekna seg til skeiðið er 26. septembur 2025.
Kostnaðurin er 7.950,- kr.
Tá ið tú hevur meldað teg, verður rokning send til tín ella títt starvsstað.
Staðseting: Hotel Hilton Garden Inn, Staravegur 13, 100 Tórshavn.
Blákrossheimið Við Pæturshús 2 FO-655 Nes
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!