Um DAT Kensluliga óstøðugt persónsleikaórógv (ICD10) ella borderline persónsleikaórógv (DSM IV) hoyra til flokkin av psykiatriskum diagnosum, sum krevja nógv tilfeingi í psykiatriini. Mett verður, at 20% av teimum, sum eru á psykiatrisku deild, og 25% av teimum, sum eru á øðrum samdøgurstovnum, hava hesar diagnosur. Hesir borgarar eru ofta sjálvmorðshóttir og hava sjálvskaðandi atferð. Komorbiditetur kemur eisini fyri, og nógvir av borgarunum líða eisini undir tunglyndi, angist, etingarólagi og ymiskum sløgum av rúsmisnýtslu. Samstundis er gott próvgrundarlag fyri, at tey, sum hava rúsnýtsluórógv, njóta gott av DAT, tí sambært gransking bendir alt á, at 50% av teimum við rúsnýtsluórógv hava eitt persónsleikaórógv – og tað kann verða viðgjørt við DAT.
Dialektisk atferðarterapi er ein próvgrundaður viðgerðarháttur, sum kann hjálpa hesum borgarum burtur úr sjálvmorðshóttari atferð, sjálvskaða og at verða innløgd ferð eftir ferð, og soleiðis greitt betra um teirra lívsgóðsku. Hann er eisini tilfeingissparandi og hjálpir borgaranum á mál til eitt nógv betri lív. Dialektisk atferðarterapi leggur serliga áherðslu á fýra viðgerðarøki: relatiónir, kenslustýring, uppmerksemis- og kreppuførleikar.
Undirvísarin Tað er Casper Aaen, sálarfrøðingur, sum hevur ábyrgd av útbúgvingini. Hann arbeiðir í gerandisdegnum við DAT sum viðgeri. Hann hevur drúgvar kliniskar royndir millum annað við etingarólagi, sjálvskaða, rúsnýtsluórógv, persónsleikaórógvi, angist, tunglyndi, trauma og OCD. Hansara drúgvu royndir umfata bæði einstaklingasamtalur og førleikavenjing. Hann hevur vant við og fingið undirvísing frá Alan Fruzzetti, professara, í nógv ár. Hann hevur eisini vant við professarunum Åsa Nilsonne, Edna Foa og Marsha Linehan. Hann hevur skrivað bøkurnar, “Lev med dine følelser” og “Kom over dit livs traume – en selvhjælpsbog for mennesker med PTSD”, sum Psykiatrifonden gav út ávikavist í 2011 og 2014. Hann superviserar DAT toymi og gevur stovnum útbúgving í DAT. Hann hevur undirvíst og hjálpt til við at stovnseta DAT viðgerð á fleiri sjúkrahúsum, umframt bæði kommunalum og privatum samdøgurstovnum.
Á hesum skeiðinum fáa luttakarar vitan um DAT, og hvussu tað kann brúkast í egnum virksemi. DAT viðgerð bæði til vaksin, foreldur og ung verður løgd fram. Væntað verður ikki, at luttakarar sjálvir byrja DAT viðgerðartilboð, tí útbúgvingin er eisini ætlað til teirra, sum einans ynskja at læra einstøk amboð, sum tey ynskja at nýta í sínum egna terapeutiska arbeiði. Luttakarar fara at fáa frálæru í nógvum kliniskum førleikum: ketugreiningum, tilbakafalsforðing, uppmerksemisvenjing, kenslustýring, akseptførleikum, kreppuførleikum og relatiónsførleikum.
Innihaldið í útbúgvingini DAT snýr seg bæði um vanliga loysnfokuseraða atferðarterapi og akseptfokuseraða viðgerð, grundað á mindfulness og aðrar minni siðbundnar psykoterapeutiskar viðgerðarhættir. Dialektikkurin í DAT snýr seg um at sameina broyting og aksept í viðgerðini av borgarum, sum illa megna at stýra sínum kenslum.
DAT verður brúkt í sambandi við aðrar borgarar, sum hava trupult við at stýra sínum kenslum og líða av sjálvskaða, etingarólagi, vreiðisherðindum, tunglyndi og rúsnýtsluórógv. Góð prógv eru fyri, at borgarar, sum eru innskrivaðir á samdøgurstovnar og eru í øðrum stovnsumhvørvi, hava gott av DAT.
Skeiðið verður sera pedagogiskt sett saman, og nógv tíð verður sett av til venjingar fyri at tryggja, at luttakarar læra førleikarnar gjøgnum ymiskar venjingar. Nógv orðaskifti og venjing verður á skeiðinum.
Luttakarar Hetta er ein tvørfaklig útbúgving. Luttakarar kunnu vera stuðlar, rúsviðgerar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarviðgerðar, sosialráðgevar, sálarfrøðingar og læknar. Skeiðið er fyri virkin professionell, sum hava áhuga í persónsleikaórógvi, sjálvskaða, sjálvsoyðan, etingarólagi og rúsnýtsluórógv.
Fylgjandi punkt verða gjøgnumgingin:
Filmsbrot við borgarum, sum hava rúsnýtsluórógv, etingarólag, PTSD og borderline. DAT amboð kunnu brúkast í sambandi við hesar málbólkar
Biososiala modellið, kensluligt viðbrekni og óviðurkennandi umhvørvi
Hvat er vantandi kenslulig stýring? Hvussu ávirkar tað borgarar við sjálvskaða, etingarólagi, rúsnýtsluórógvi og aðrari sjálvsoyðandi atferð?
Viðgerðarstig: frá sjálvskaða til dugnasemi við DAT førleikum
Kenslustýring, uppmerksemis-, kreppu- og relatiónsførleikar
Atferðarterapi: ketugreining, vikuskema, fatan av kenslum í einum atferðarterapeutiskum høpi
Viðurkenning av klientum
Dialektikkur í DAT viðgerð
Mindfulness hjá terapeuti
Filmsupptøkur av staksamtalum
Filmsupptøkur av hvussu førleikar eiga at nýtast, við Prof. Marsha Linehan
Førleikavenjing sum DAT terapeutur
Í útbúgvingini læra luttakarar um allar DAT førleikarnar
Skeiðsdagar:
3. – 5. apríl
23. – 24. mai
20. – 21. juni
4. – 6. septembur
Freist og kostnaður Freistin at tekna seg til DAT skeið er 20. mars 2024.
Kostnaðurin er 20.450,- kr.
Blákrossheimið Við Pæturshús 2 FO-655 Nes
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!