Starvsfólkini á Blákrossheiminum undir DAT-útbúgving
Øll starvsfólkini á Blákrossheiminum fóru herfyri undir fyrra partin av eini útbúgving í DAT. Dialektisk atferðarterapi (DBT á enskum – Dialectical Behavioural Therapy) er ein sálarfrøðiligur viðgerðarháttur við hollum vísindaligum grundarlagi, sum hevur roynst væl í viðgerðini fyri bundni at rúsevnum.
Í stuttum byggir DAT á ástøðið, at eitt gott og javnvigað lív snýr seg um skilagóða kenslustýring. Tá ið ein persónur til dømis misnýtir rúsdrekka og er bundin at tí, er tað sannlíkt at viðkomandi, tá ið lívið er torfært, illa dugir at stýra sínum kenslum á annan hátt. DAT viðgerð snýr seg so um førleikamenning, so tann, ið upplivir kensluligt órógv, kann læra at stýra sínum kenslum á eina betri hátt. Við nógvu DAT-amboðunum í skjáttuni, lærir tann kensluliga órógvaði bæði at góðtaka veruleikan sum hann er, eins væl og at taka ábyrgd og broyta tað, hann kann.
Tað er viðurkendi danski sálarfrøðingurin Casper Aaen, sum undirvísir. DAT varð upprunaliga ment sum viðgerð fyri tey við borderline persónleikaórógvi, men verður brúkt í samband við fleiri onnur sløg av sálarligum trupulleikum. Casper Aaen hevur hollar royndir, bæði privat og alment, við klientum, sum sjálvskaða, misnýta rúsevni og sum hava etingarólag. Umframt sítt skeiðsvirksemi arbeiðir Casper Aaen á sjúkrahúsinum í Glostrup og hevur hann skrivað bøkurnar Lev med dine følelser og Kom over dit livs traume.
Øll starvsfólkini á Blákrossheiminum eru við í útbúgvingini. At hava eitt terapeutiskt arbeiðsgrundarlag til felags er sera hent í eini so fjølbroyttari viðgerð sum henni á Blákrossheiminum. Eisini onnur enn starvfólkini eru við. Summi teirra hava tilknýti til Blákross, meðan onnur koma uttanifrá. Seinni partur av útbúgvingini verður fyrst í januar í 2017.