Forsíða
| Arni Zachariassen

Starvslýsing: Deildarsjúkrarøktarfrøðingur til Blákrossheimið

Sum deildarsjúkrarøktarfrøðingur á Blákrossheiminum kemur tú, at hava ábyrgd fyri avrúsing, visitatión og heilivágsviðgerð, saman við lækna. Somuleiðis hevur tú eisini ábyrgd av arbeiðsbýti hjá starvsfólkunum.

Viðgerðin á Blákrossheiminum fevnir um tann einstaka og familjuna. Tað er ein sálarfrøðilig og sosialpædagogisk viðgerð, sum byggir á kognitivar- og atferðarbroytingar har viðgerðarhátturin dialektisk atferðar terapi (DAT) verður nýttur. Viðgerðin er skipað við bólkaarbeiði, staksamrøðum, familjusamrøðum og likamligari venjing. Tú verður partur av viðgerðartoyminum, har vit støðugt arbeiða við, at menna viðgerðartilboðið.

Vit rokna við at tú:

  • Ert útbúgving sjúkrarøktarfrøðingur
  • Hevur lætt við at koma ísamband við menniskju
  • Hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert álitisvekjandi og hevur góð innlivingar og samstarvsevnir
  • Vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya
  • Tekur staksamrøður við viðskiftafólk
  • Gert praktiskt arbeiði

Løn/setanartreytir:
Talan er um starv uppá 1,0 tíð, tó møguleiki fyri niðursettari tíð, frá 1. oktober 2019 ella skjótast eftir hetta. Lønin verður ásett smb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Felagi Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 17. sept. 2019 kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jüttu J. Olsen, leiðara T-post: ella tlf. +298 74 77 41

Umsókn skal sendast til:
Blákrossheimið
Att: Jütta J. Olsen, leiðari
Við Pæturshús 2
FO-655 Nes

Ella á teldupost:

Blákrossheimið, ið er viðgerðarheim fyri fólk við rúsdrekka- og rúsevna trupulleikum, er stovnsett av Bláa Krossi Føroya, við góðkenning frá Føroya Landsstýri. Pláss er fyri 12 búfólkum, har umframt koma fólk til ambulanta viðgerð.