Tosa við tíni børn um rúsmisnýtslu
Eingin rúsar seg einsamallur.
Hjá einhvørjum rúsmisnýtara standa øll tey avvarandi. Foreldur, makar, børn, syskin, vinir. Tað at misnýta rúsandi evnir er skaðiligt fyri misnýtaran sjálvan, men eisini fyri øll hesi avvarandi, sum standa misnýtaranum nær.
Og tey avvarandi, sum kunnu verða harðast rakt, eru børnini. Tað kann vera sera skaðiligt fyri børn at uppliva, at teirra foreldur ella onkur annar, sum hevur ábyrgd av teimum, hevur rústrupulleikar. Eru foreldur rúsað, gongur tað útyvir teirra førleikar at ansa eftir teirra børnum og vera har, til taks fyri tey. Meira ávirkað, foreldur eru, minni før eru tey at vera um síni børn. Og er rústrupulleika álvarsamur, kann talan gerast um umfatandi umsorganarsvik.
Børn, sum vaksa upp nær rúsmisnýtslu kunnu uppliva og taka skaða av nógvum ymiskum.
– Harðskapi ella harðligum orðum, orsakað av tí tann vaksni er ávirkaður og dugir verri at stýra sær
– Kynsliga misnýtslu ella aðrari atferð, sum fer yvirum mørkini hjá barninum
– Tá eitt barn verður noytt at goyma rúsmisnýtsluna hjá tí vaksna
– Tá barnið javnan er heima einsamalt, uttan eftirlit
– Tá sæð verður burtur frá tørvunum hjá barninum og barnið ikki fær tað uppmerksemið, tað hevur rætt til
– Barnið fær leiklutin sum vaksin, og tann vaksni leiklutin sum barn
Børn hjá rúsmisnýtarum siga eisini frá sosialu árinunum, tey uppliva. Til dømis tá eitt barn følir seg ikki at kunna bjóða vinum heim at spæla, tí kanska er babba fullur. Ella skommin, barnið kennir tí mamma møtir ávirkað upp til foreldrafund. Ella óunniliga kenslan, sum ongantíð veruliga fer vekk, at øll vita tað, men eingin sigur tað.
Men tað er júst hetta, sum er so týdningarmikið – at siga tað.
Tað, sum børn hava tørv á frá sínum foreldrum og øðrum umsorganarpersónum, er viðurkenning. Viðurkenning er ikki treytaleys jaligheit, men er heilt einfalt tað at vísa barninum ans. Tað er at taka barnið og tess rættindi, tørvir, áhugamál, ynski og samskifti í álvara. Viðurkenning sendir ein greiðan boðskap til barnið: “Tú kanst vera vísur í, at tú hevur týdning fyri meg!” Tá ið tú viðurkennir eitt barn, sigur tú tí, at tú sært tað, tú hoyrir tað og tú skilir tað. Stutt sagt snýr tað seg um barnsins virði. At viðurkenna er at gera sambært virðinum, sum barnið hevur. Tá ið børn verða viðurkend, byggir tað teirra sjálvsvirði upp, og tey fáa eina sterka innaru kenslu og vissu um sítt virði.
Børn fáa ein stóran part av sínum samleika og sjálvkenslu frá teimum vaksnu, sum eru um tey. Upplivir so barnið, at foreldrini rúsa seg, er boðskapurin óviðurkennandi og greiður: “Tú og tíni áhugamál er ikki týdningarmikil fyri meg.” Einki foreldur ynskir at senda hendan boðskapin til síni børn, men hetta er ikki-orðaði, men sera veruligi boðskapurin tá ið rúsur setur dagsskránna. Fyri barnið, fylgir sostatt ein álvarslig óviðurkenning við rúsmisnýtsluni hjá foreldrinum ella tí vaksna, sum er um tað. Og tað ávirkar samleikan og sjálvkensluna hjá barninum á skaðaligar mátar.
Tað er náttúrligt, at vilja verja børn, sum hava upplivað fylgirnar av rúsmisnýtslu. Tað, at tosa við barnið um hesar fylgir kann kennast sera avbjóðandi. Hvat skal man siga? Kann man gera skaða við kanska at siga tað skeiva? Hvat skal eg gera, um barnið fortelur frá harðskapi ella aðrari vanrøkt? Skal eg melda? Yvirhøvur at seta orð á nakað, sum so nógv skomm er knýtt at, er trupult – og so at gera tað saman við einum barni? Tá er mest freistandi bara at tiga og einki siga.
Men tað er ótrúliga týdningarmikið at tosa um tað við tey børn, sum uppliva rúsmisnýtslu, og at hjálpa teimum at seta orð á egnar upplivingar, kenslur og tankar. Tað kann vera ein glotti av viðurkenning í eini annars tigandi, óviðurkennandi skuggatilveru. Viðurkenning kann úttrykkjast beinleiðis og óbeinleiðis, við ella uttan orð. Tað, at tosa við børn í eygnahædd, at koma niður á teirra støði og taka sjónarmið í álvara, tað er at viðurkenna. Barnið, sum vaksir upp við rúsmisnýtslu, upplivir ógvusligar hendingar. Og slíkar hendingar seta sterkar kenslur og tankar ígongd hjá barninum. Møtir barnið tøgn eftir slíkar hendingar, er boðskapurin, sum tey vaksnu senda, grundleggjandi óviðkennandi. “Hatta, tú upplivdi í gjár, tað tosa vit ikki um. Tínar kenslur og tínir tankar eru ikki týdningarmiklir fyri okkum.” Er hetta vanliga mynstrið, undirgrevur tað sjálvsvirðið hjá barninum og myndar tað barnið á ein skaðiligan hátt. Barnið lærir ikki, at tað er virðismikið og at tess kenslur og tankar hava uppiborið at verða tikin í álvara. Heldur tvørturímóti. Viðurkenningin, sum skal til, fyri at barnið á bestan hátt kann menna sín samleika og sjálvskenslu, verður noktað tí.
Ert tú ein vaksin, sum hevur við eitt barn at gera, sum upplivir rúsmisnýtslu – tosa so við tað! Kanska ert tú foreldrið, sum ikki rúsar seg. Ella er tað tú, sum rúsar seg. Kanska ert tú omma ella abbi, gumma ella gubbi, eitt eldri systkin ella granni. Ella ein lærari, pedagog, samkomuleiðari ella fótbóltsvenjari. Ver ikki bangin fyri at spyrja inn til. Tað er ikki skaðiligt, at siga tað skeiva, tí tað, sum tað í veruleikanum snýr seg um er viðurkenningin, ikki røttu orðini. Tað, at barnið upplivir, at onkur sær tað og vísir tí ans. At fyri onkran hava barnsins kenslur og tankar týdning. At barnið ikki stríðist og líður í einsemi. Hetta styrkir barnið og veitir barninum nakað av tí, sum skal til fyri at arbeiða ígjøgnum harðar upplivingar, sterkar kenslur og ørkymlandi tankar. Tosa tí við tey børn, tú kennir og ert um, sum upplivir fylgirnar av rúsmisnýtslu. Vís tí ans, spyr og lurta. Soleiðis kanst tú gerast ein lyklapersónur, sum hjálpir barninum á leið at fáa eitt betri lív.