Tveir nýggir sálarfrøðingar settir á Blákrossheiminum
Blákrossheimið søkti herfyri eftir tveimum sálarfrøðingum og hesi størvini eru nú sett.
Karin Háskor kemur úr Havn og hevur lisið sálarfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hon hevur eisini førleikament seg innan ACT (Acceptance and Commitment Therapy) og metakognitiva terapi.
Maria Svabo Samuelsen kemur úr Sandavági og hevur hon eisini lisið sálarfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Har hevur hon frammanundan fingið bachelorprógv í samfelagsfrøði.
Karin Háskor og Maria Svabo Samuelsen byrja á Blákrossheiminum 1. februar. Tær fara serliga at arbeiða í ambulantu ungdómsviðgerðini hjá Blákrossheiminum, DAT ung, og í ambulantu viðgerðini yvirhøvur.