Útbúgving í dialektiskari afterðarterapi
Blákrossheimið skipar í vetur fyri útbúgving í dialektiskari atferðarterapi, eisini stytt DAT. DAT er eitt vísindaliga viðurkent sálarfrøðiligt háttalag, sum verður brúkt í nógvum ymiskum viðgerðarhøpum. Skeiðið er ætlað fakfólki, sum arbeiða við menniskjum og ynskja grundleggjandi sálarfrøðiligar førleikar til at skilja og viðgera sálarlíðing (eitt nú stuðlar, rúsviðgerðar, sjúkrarøktarfrøðingar, psykoterapeutar, sosialráðgevar, psykologar og læknar). Miðallang viðkomandi útbúgving er viðmæld.
Blákrossheimið brúkar DAT í sínari viðgerð fyri rúsnýtsluórógv.
Tað verður danski sálarfrøðingurin Casper Aaen, sum kemur at undirvísa. Casper Aaen er cand.aut.psyk og arbeiðir dagliga á sjúkrahúsinum í Glostup við brúkarum, sum hava persónligheitsórógv. Hann arbeiðir útfrá princippunum í dialektiskari atferðarterapi.
Hann hevur skrivað bøkurnar “Lev med dine følelser” (2011) og “Kom over dit livs traume” (2014). Casper Aaen hevur eftirútbúgvingar í systemiskari terapi frá INPRAXIS, kognitivari terapi frá SAKT og dialektiskari atferðarterapi frá Prof. Alan Fuzetti, Prof. Christopher Fairburn, Prof. Edna Foe (PTSD), Prof. Marsha Linehan og Prof. Åse Nilsonne.
Undirvísingin verður í Tórshavn, 22. – 24. okt., 19. – 21. nov. og 10. – 13. des 2020. Tilmeldingarfreist er 1. okt.
Fleiri upplýsingar og tilmeldingarskjal kunnu finnast her á heimasíðuni.