Útsetingar og avlýsingar í samband við korona
 4. nov. 2021
Nú mynduleikanir eru komnir við nýggjum tilmælum í samband við koronastøðuna, útseta vit evnisdagin, sum skuldi verða í Smæruni 12. november til at verða 14. januar kl. 13-16.
Niðanfyristandandi virksemi á Blákrossheiminum er avlýst komandi vikuna:
- Ambulantir bólkar
 - Týsdags og hósdagsfundir eru ikki opnir fyri fólki útfrá
 - Mánakvøldsfundir á Nesi og mikukvøldsfundur í Lucas Debesargøtu
 - Familjusamrøður Blákrossheiminum
 
Hesi boð eru galdandi komandi vikuna
Eru nakrir spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Blákrossheimið, antin á telefon ella umvegis teldupost.