Útskiftingar í starvsfólkahópinum

Herfyri søkti Blákrossheimið eftir atstøðingi.
Hetta var tí, at Fríðbjørg Jacobsen fór úr sínum starvi.
Nú er Duruta N. Mouritsen sett sum atstøðingur. Duruta, sum býr á Argjum saman við manni og børnum, hevur hollar royndir innan starvið og hevur arbeitt á Blákrossheiminum í júst hesum starvinum í eina tíð.
Vit ynskja Duruta vælkomnari!