Væl eydnað eftirlitsvitjan á Blákrossheiminum
Í gjár, mikudagin 24. mai 2023, var landslæknin, Lars Fodgaard Møller, saman við starvsfelagum á eftirlitsvitjan á Blákrossheiminum. Hugt varð serliga eftir handfaring av heilivági og eftir journalføring. Almenn frágreiðing kemur og onkrar smávegis tillagingar skulu gerast, men huglagið var gott og óformellu afturmeldingarnar positivar.
Stórt fyrireikandi arbeiði varð gjørt í samband við eftirlitsvitjanina, har hugt varð eftir viðkomandi heilsufakligu mannagongdunum á Blákrossheiminum. Tað vóru leiðarin, Jütta Olsen, deildarsjúkrarøktarfrøðingurin, Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni, og kommunulækni og lækni á Blákrossheiminum, Birni Hansen, sum gjørdu hetta arbeiði.
Tann 1. juli 2022 varð kunngerðin, “Bekendtgørelse for Færøerne om registrering af, underretning om og tilsyn med offentlige og private behandlingssteder”, sett í gildi. Hon hevði við sær, at Landslæknin skuldi hava heilsufaklig og fyriskipanarlig eftirlit við øllum almennum og privatum viðgerðarstøðum.
Landslæknin byrjaði at gera hesar eftirlitsvitjanir á heysti í 2022.