Væl vitjaður DAT dagur hjá Blákrossheiminum

Fríggjadagin, 6. novembur, skipaði Blákrossheimið fyri einum serstøkum DAT degi fyri tey í Føroyum, sum brúka DAT í sínum terapeutiska virksemi.

DAT dagurin varð hildin í hølunum hjá DAT ung í Lucas Debesargøtu í Havn. Endamálið við degnum var vitanardeiling millum og samansjóðing av teimum í Føroyum, sum arbeiða við DAT í gerandisdegnum.

Dr. Caroline Hinds var við á linjuni úr Wales og hon undirvísti í hvør og hvussu atferð hjá klientum skal raðfestast terapeutiskt. Eftir undirvísingina var bólkaarbeiði. Dr. Hinds er undirvísari hjá felagsskapinum, British Isles DBT Training.

Ætlanin er, at tiltakið skal vera afturvendandi. Avtalað varð, at stovnurin Stoffalág 35 hýsir DAT degnum næstu ferð. Lýst verður m.a. á hesi heimasíðuni tá ið DAT dagur aftur verður á skránni.

Myndir frá DAT degnum kunnu síggja niðanfyri.