Vitjan á Blákrossheiminum

Blákrossheimið fekk mánadagin, 17. apríl, vitjan av Johan Kristian Legarth, departementstjóra í danska Løgmálaráðnum, Thorkild Fogde, ríkisløgregluovasta, Nellu Festirstein, aðalstjóra í okkara egna Løgmálaráði, og Lene Moyell Johansen, ríkisumboðsmanni, við fylgi umboðandi hesar stovnar. 

Gestirnir stukku inn á gólvið á Blákrossheiminum í samband við evnisvitjan um kriminalitetsmenning og skipaðan kriminalitet í Føroyum. 

Jütta Olsen, leiðari á Blákrossheiminum, greiddi frá um stovnin og viðgerðina, ið búfólk fáa bjóðað. Gestirnir settu serliga orð á, hvussu hugnaligt og friðsælt, teir mettu tað vera inni á Blákrossheiminum, og hvussu náttúruvakurt, umhvørvið kring stovnin var.