Blákrossheimið skipar fyri skeiði í kognitivari terapi
Í komandi summar fer Blákrossheimið at skipa fyri einum spennandi skeiði í kognitivari atferðarterapi. Skeiðið fer at umfata bæði ástøði og háttalag. Kognitiv atferðarterapi er millum best granskaðu viðgerðarhættirnar í sálarfrøðini og verður KAT, sum tað onkuntíð verður stytt, brúkt kring allan heim í nógvum ymiskum terapeutiskum høpum.
Talan er um eina tvørfakliga útbúgving. Luttakarar kunnu vera stuðlar, rúsviðgerar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarviðgerðar, sosialráðgevar, sálarfrøðingar, námsfrøðingar og læknar. Skeiðið er fyri virkin professionell, sum hava áhuga í persónsleikaórógvi, sjálvskaða, sjálvsoyðan, etingarólagi og rúsnýtsluórógv.
Hvat er kognitiv atferðarterapi?
Kognitiv atferðarterapi byggir á hugskotið, at upplivingin, sum menniskju hava av sær sjálvum og heiminum, ikki er objektiv og uttanveltað. Fatanin, einstaklingurin hevur av tí, sum hendir, er altíð ávirkað av fýra viðurskiftum, sum eisini ávirka hvørt annað. Hesi fýra viðurskifti eru tankar, kenslur, atferð og kropskenslur.
Í kognitivum høpi verður hugt nærri at óhjálpsomum kognitiónum og tankamynstrum, sum ikki virka á besta hátt. Í tí sambandi verður kannað nærri, reflekterað og umskipað. Endamálið er at bjóða neiligum sannføringum og tankum av. Hetta hjálpir klientinum at gera sær tankar og sannføringar, sum eru nærri veruleikanum og hjálpsamari.
Undirvísari
Tað er Casper Aaen, sálarfrøðingur, sum fer at undirvísa á skeiðnum. Hann hevur arbeitt í psykiatri í 15 ár, bæði í Danmark og í Norra. Hann hevur skrivað bøkurnar, Lev med dine følelser og Kom over dit livs traume – en selvhjælpsbog for mennesker med PTSD, sum Psykiatrifonden gav út, ávikavist í 2011 og 2014. Hann hevur nógvar terapeutiskar royndir innan tunglyndi, angist, OCD og persónsleikaólag.
Skeiðið verður á Hilton Garden Inn í Tórshavn, 7.-9. juni í 2023.