Ert tú stúrin um eitt av tínum starvfólkum?

Ert tú stúrin um at eitt av tínum starvsfólkum hevur ein rústrupulleika? Hevur tú eina magakenslu, sum sigur tær at alt er ikki, sum tað skal vera og at talan kanska er um bundni? Ella hevur tú upplivað, at rúsnýtsla hevur darva arbeiðsavrikinum hjá einum av tínum starvsfólkum? Tá er gott, at gera nakað við tað. At seta orð á og tosa við viðkomandi.

Sum leiðari, kann trupla, men neyðuga samrøðan við eitt starvsfólk, tú ert stúrin um, vera avbjóðandi. Her eru góð ráð og leiðbeining til leiðarar, sum vilja tosa við starvsfólk um møguligt rúsnýtsluórógv. Sum starvsfelagi kanst tú eisini brúka hesi ráð, um tú ert stúrin um ein, tú arbeiðir saman við.

At hava í huga í samband við samrøðuna
Áðrenn samrøðuna:

  • Hav ikki ov stórar ætlanir. Tað týdningarmesta er at tú setur orð á tína stúran og vísir, at tú vilt tínum starvsfólki væl.
  • Greið frá hvør orsøkin er til tína stúran.
    • Vís til ítøkiligar hendingar. Tað kunnu vera hendingar har tú minnist aftur á atferð, arbeiðsavrik ella annað, sum tú setur í samband við rús (eins og fráveru).
  • Ikki ganga út frá, at starvsfólkið neyðturviliga játtar nakað. Tín uppgáva er ikki seta nakað spjaldur á ella sjúkuavgera, men heilt einfalt at vísa á neiligar avleiðingar av arbeiðsstøðuni.
  • Um tit hava ein av slagnum, halt teg so til alkoholpolitikkin, sum er galdandi á tínum arbeiðsplássi.

Undir samrøðuni:

  • Ver ítøkiligur um orsøkina fyri tíni stúran.
  • Halt teg til sannroyndir og tínar eygleiðingar – lýs, men uttan at døma.
  • Tosa út frá tær sjálvum. Nýt “eg”-talu og ikki “vit” ella “man”.
  • Lurta aktivt og spyr opnar spurningar.
  • Ver umsorganarfullur og vís tína stúran, heldur enn at koma við uppáhaldum og ábreiðslum.
  • Líka mikið hvørjar reaktiónir standast av samrøðuni, hevur samrøðan sett ígongd kenslur og tankar hjá viðkomandi.

Endin á samrøðuni:

  • Tak samanum samrøðuna.
    • Set orð á hendingar og fakta, báðir partar kunnu semjast um. Um eingin semja er, set orð á tær hendingar, tú hevur sipað til.
    • Ger greiðar avtalur og halt fast við tær. Eisini um tær hava fylgjur við sær. Um neyðugt, skriva avtalur niður.
  • Enda samtaluna, um tað vísir seg at tit ikki koma longri. Tú hevur sett gongd í eina tilgongd.
  • Met um tú kanst seta teg í samband við persónar, sum kunnu hjálpa uppá núverandi støðuna.

Ynskir tú at fáa ráðgeving frá okkum áðrenn samtaluna? Ring til okkum hesar tíðir: Mánadag-fríggjadag frá kl. 9:00 – 15:00.

Samrøðan um rús kann krevja serkøna hjálp

Tann trupla og tann neyðuga samrøðan um rúsnýtslu krevur nágreinligar fyrireikingar. Tær upplivingar og tað data, sum tú ætlar at brúka undir samrøðuni, má vera frá fyrstu hond – og tey skulu verða greið og neyv. Slatur og frágreiðingar frá øðrum kunnu ikki brúkast.

Tað er trupult at standa andlit til andlits við eitt starvsfólk, tú hevur illgruna um rúsar seg á ein hátt, sum tarnar teirra arbeiði. Tí kann tað vera eitt gott hugskot at senda boð eftir serkønari hjálp, tá man skal hava samrøðuna.

Blákrossheimið hevur starvsfólk, sum eru útbúgving í at hava truplu samrøðuna við eitt starvsfólk. Hetta skapar ikki bert tryggleika fyri arbeiðsplássið, sum ynskir hjálp, men eisini fyri starvsfólkið.