Hvussu tosar tú við ein, sum hevur rúsnýtsluórógv?

Tann sum rúsar seg, sær ikki neyðturviliga at hann hevur ein trupulleika. Tí er tað ofta familjan, vinir ella arbeiðsplássið, sum kann eggja tann, sum rúsar seg at søkja sær hjálp.

Avvarðandi kunnu vera til góða hjálp áðrenn, ímeðan og aftaná viðgerð. Tað at hava avvarðandi, sum eru stuðlandi, økir um møguleikanar fyri at tann, sum rúsar seg, rúsar seg minni ella heilt steðgar.

Men minst til, at tað ikki er tín ábyrgd, at tann, sum rúsar seg fær hjálp. Tað er egin ábyrgd. Tað er tó ein stór hjálp á vegnum úr rúsnýtsluórógvinum, um hann ella hon, fær hjálp frá teimum menniskjunum, sum standa teimum nær.

Tann trupla samrøðan við avvarandi: sjey ráð  

  1. Hvør, hvar og hvussu
    Hvør skal vera við? Tað kann verða, at tað er betur at tit eru 2-3 fólk við til samrøðuna. Vel eitt stað, har hann ella hon kennir seg tryggan og vel eitt tíðspunkt á degnum, har viðkomandi ikki er ávirkaður ella hevur abstinensir.
  1. Fyrireika teg
    Fyrireika og ven samrøðuna væl. Skriva niður, hvat tú ynskir at siga, so tú ert vís/ur í, at tú fært sagt tað tú ætlar at siga.
  1. Hvat er endamálið?
    Hugsa um hvat tú fegin vilt hava hendir aftaná samrøðuna. Ynskir tú at viðkomandi skal rúsa seg minni, gevast við at rúsa seg ella søkja sær hjálp?
  1. Set mørk
    Um tú ynskir, at viðkomandi skal rúsa seg minni, eru so nakað mark tú vil seta fyri, hvussu og nær viðkomanndi nýtir alkohol? T.d., ”Eg vil ikki hava at tú kemur á vitjan tá tú ert rúsaður,” ella, “Eg ynski, at tú ert edrúur, tá ið barnabørnini vitja.”
  1. Avleiðingar
    Fær tað avleiðingar, um tann rúsaði ikki livir upp til tíni ynskir? Ver varin við at tykjast hóttandi, um tú ikki ert til reiðar at fylgja avleiðingum upp. Ger títt til, at tann rúsaði ikki følir seg kroystan uppí ein krók. Tað er betri og gevur betri úrslit, at kenna seg møttan heldur enn hóttan.
  1. Hjálp til viðgerð
    Hevur tú eitt ynski um, at viðkomandi fer í viðgerð, sig so frá tí. Vilt tú bjóða tær til at hjálpa við at gera avtalu um samtalu við ein viðgerðarstovn? Og vilt tú møguliga sjálv/ur verða við til samtaluna? Hvørjar møguligar avleiðingar fær tað, um viðkomandi ikki fer í viðgerð ella leypir frá áðrenn viðgerðin er liðug?
  1. Enda samtaluna
    Ger ítøkiliga ætlanir og avtalur. Ger tín part og fylg upp.

Soleiðis tosar tú um trupulleikan
Tað er betri um samtalan snýr seg um tínar stúranir og ikki um tína vreiði. Tað er náttúrligt at vera illur um støðuna, men úttrykt vreiði kann gera so at hin partinurin vil verja seg sjálvan – og tað gevur sjáldan serliga góð úrslit. Viðurkenn tað, tú virðismetir við honum ella henni, sum rúsar seg, og lat ikki fokusið liggja á feilum og ymiskum, sum manglar.

Nýt “eg” talu og ikki “vit”. Ver týðiligur um tínar egnu kenslur, tankar og tørv. Ver ítøkiligur um orsøkina fyri tíni stúran og hvussu alkoholnýtslan ávirkar teg.

(Tú kanst lurta eftir einum parti av Datvarpinum, um tú ynskir at læra meir um effektivt samskifti.)

Dømir uppá hvat og hvussu tú kann orða teg

  • Eg síggi, at tú ger…
  • Tað hevur nógv at týða fyri meg, at…
  • Hetta ger at verði stúrin um teg…
  • Eg sakni so nógv, at…
  • Eg vildi so ynskt, at vit kundu…
  • Tá tú…
  • So blívi eg…

Professionell hjálp
Sum avvarðandi, kann tað vera ein stór hjálp at fáa góð ráð og vegleiðing áðrenn truplu samrøðuna. Ert tú væl fyrireikaður áðrenn samrøðuna, er størri møguleiki fyri at úrslitið verður gott.

Tú hevur møguleika fyri dulnevnt at tosa við ein av ráðgevunum á Blákrossheiminum við at ringja 770 770 allar gerandisdagar.