Nýggj heimasíða og podvarp

Blákrossheimið hevur júst fingið nýggja heimasíðu. Snotiliga síðan varð sjósett fyri eini viku síðani, 1. apríl.

Tað er Beak, sum hevur gjørt sniðgivið. Raclip hevur tikið filmsklipp upp. Og Amy Hansen hevur tikið myndir av starvsfólkunum.

Vit løgdu okkum eftir, at gera eina einfalda og stílreina síðu, sum fyrst og fremst tekur støði í tørvinum hjá okkara brúkarum, tvs. teimum, sum hava tørv á viðgerð fyri rúsnýtsluórógv – bæði vaksin og ung – og teirra avvarðandi. Tað skal vera lætt hjá teimum, at finna teir upplýsingar, tey hava tørv á. Somuleiðis skal virðisgrundarlagið og virksemið hjá Blákrossheiminum verða væl lýst.

Hevur tú nakrar viðmerkingar um nýggju heimasíðuna, so kanst tú seta teg í samband við Arna Zachariassen.

Blákrossheimið er eisini júst farið undir at framleiða og útgeva eitt podvarp. Tað eitur Datvarpið og er liður í útivirkseminum hjá okkum. Í hvørjum parti verður ein DAT-førleiki gjøgnumgingin á ein einfaldan og lættan máta. Hesar partar kunnu so tey, sum hava tilknýti til DAT-viðgerðina á Blákrossheiminum, brúka til at uppfríska og halda fast við førleikarnar, sum hjálpa teimum at vera edrú.

Endamálið við Datvarpinum er eisini at røkka út til onnur, sum kanska ikki hava rúsnýtsluórógv, men tó kunnu fáa gott av DAT-førleikum. Serliga í løtuni, tá ið koronavirus eyðkennir gerandisdagin og fyri mong ger hann torførari enn hann vanliga er, so kunnu einfaldu og brúkiligu førleikarnir vera hentir.

Tað eru Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen, sum ávíkavist eru DAT-viðgerðar á DAT ung og á Blákrossheiminum, sum eru vertir í Datvarpinum.

Lurta eftir Datvarpinum her.