Rúsviðgerð eydnast betri tá ið tú fert sjálvboðin

Tað eru nógvar orsøkir fyri, at fólk leita sær hjálp fyri teirra rústrupulleikar. Kanska rakar ein víðagitna botnin og sær veruliga, kanska fyri fyrstu ferð, hvussu stórur trupulleikin er og hvussu stórur, tørvurin tí er á professionellari hjálp. Men ein kann saktans fara í viðgerð av orsøkum, sum lítið og einki hava við eins egna hug til broyting at gera. Fyri at gera familjuna glaða, fyri at bjarga einum arbeiði ella orsaka ein viðgerðardóm. Nýggj gransking úr Noregi vísir tó, at rúsviðgerð eydnast væl betri, tá ið tann, ið søkir sær hjálp, ger tað av egnum, fríum vilja.
Ítøkiliga varð hugt eftir sálarheilsuni hjá tveimum bólkum í rúsviðgerð. Fylgdir vórðu 202 persónar, sum vóru innlagdir fyri sínar rústrupulleikar á Sørlandet sjúkrahúsi. 137 høvdu leita sær hjálp sjálvir, meðan 65 vórðu tvangsinnlagdir sambært norskari lóg, sum heimildar lokalum myndugleikum at innleggja tey, sum hava ógvusligan og lívshóttandi rústrupulleika. Miðalaldurin var 30 ár og líka yvir helvtin av luttakarunum, 54%, høvdu stungi og sproyta seg við rúsevnum seinasta hálva árið.
Tað vísti seg, tá ið hugt varð nærri eftir ávíkavísu bólkunum, at fyrri, sjálvbodni bólkurin í byrjanini hevði tað verri sálarliga enn seinni, tvungi bólkurin. Granskararnir hugleiða, at tað kanska var lutfalsliga álvarsamaru sálarligu árinini, sum fingu fyrra bólkin at leita sær hjálp. Seinni, tvungni bólkurin hevði tó eina meira umfatandi rúsmisnýtslu.
Undir viðgerð upplivdi báðir bólkarnir góða framgongd. Fyri ein meiriluta av luttakarunum, 67%, minkaðu sálarligu árinini so nógv, at tey ikki longur taldu sum sjúklig (patologisk).
Tá ið fylgt varð upp eitt hálvt ár seinni, var støðan tó broytt. Fyrri, sjálvbodni bólkurin hevði tað líka gott, sum tá ið hann var liðugur við viðgerð. Men seinni, tvungni bólkurin hevði havt eitt slíkt afturstig, at tey høvdu tað líka ringt sum áðrenn tey byrjaðu viðgerðina. Hesin bólkurin upplivdi angist, tvangstankar og -atferð, relatiónsviðkvæmi, tunglyndi og paranoia. Tá ið hugt varð eftir hví seinni bólkurin hevði havt slíka afturgongd, var tað bara ein frágreiðing: tey vóru byrjað at rúsa seg aftur. Tað var fyrri bólkurin ikki. Í hesum sambandi vísa granskararnir á týdningin av fráhaldi frá rúsandi evnum so tey, sum hava álvarsamar rústrupulleikar, skulu uppnáa varandi framgongd.
Niðurstøðan, granskararnir koma til hvat viðgerð viðvíkur, er millum annað tað, at arbeitt verður miðvíst við motivatiónini hjá teimum, sum verða tvungin í viðgerð. Hetta er viðkomandi í Føroyum, tí tað kemur regluliga fyri seg, at fólk fáa viðgerðardóm. Skal viðgerðin hava varandi úrslit við sær fyri hesi fólkini, má beinleiðis motivatiónsarbeiði við. Granskararnir eftirlýsa eisini heildarviðgerð, har fokus verður sett á sálarligar trupulleikar eins væl og rústrupulleikarnir. Onnur gransking hevur greitt víst, at samband er ímillum rús- og sálartrupulleikar og at sambandið gongur báðar vegir: sálartrupulleikar gera rústrupulleikarnar verri, og rústrupulleikar gera sálartrupulleikarnar verri. Og at enda vísa granskararnir á hvussu týdningarmikið tað er við eftirviðgerð. Tað er ikki nóg mikið, siga teir, at tey við álvarsomum rústrupulleikum fáa viðgerð uttan uppfylgjandi hjálp.
Kelda:
Pasareanu, Adrian R. et al. “Mental Distress Following Inpatient Substance Use Treatment, Modified by Substance Use; Comparing Voluntary and Compulsory Admissions.” BMC Health Services Research 17 (2017): 5. PMC. Web. 16 May 2017.
ROP.no