Forsíða

Rúsviðgerð

Blákrossheimið liggur í náttúruvøkrum umráði. Náttúran er beint við hondina, og ikki er langt til Runavíkar. Avrúsing varir í 8-10 dagar. Døgnviðgerðin varir í 6 vikur. Longdin á bæði avrúsing og viðgerð er eftir, hvør tørvurin er.

 

Á Blákrossheiminum:

– fært tú stakviðgerð, um tú hevur trupulleikar við bundni av alkohol, heilivági, hash ella øðrum rúsevnum.

– fært tú avrúsing, har læknin tilmælir neyðugan heilivág, alt eftir hvør tørvurin er.

– eru tað fakliga væl útbúgvin fólk, sum leiða viðgerðina.

– verður arbeitt við viðurkendum arbeiðsháttum og viðgerðarformum.

– ynskja vit, at tú upplivir, at vit taka stakatlit til tín og tína fortíð/bakgrund.

– hjálpa vit tær, um tú hevur tørv á at fáa stýr á tínum sosialu viðurskiftum.

– verður tú partur av einum felagsskapi við 12 øðrum fólkum.

– kanst tú nýta frítíðina sum tú vilt, men tú kanst sjálvandi ikki nýta rúsevni.

 

Meira um rúsviðgerð kann lesast niðanfyri:

-Alkoholtest

-Avrúsing

-Heildarviðgerð

-Familjuráðgeving

-Almennir fundir