770 770

Skeið í Prolonged Exposure (PE) traumaviðgerð

Skeiðsdagar: 4.-7. oktobur, 2023.

Staðseting: Hilton Garden Inn, Staravegur 13, 100 Tórshavn.

Freistin at tekna seg til PE skeið er 20. septembur 2023.

Kostnaðurin er 7780 kr.

“Prolonged Exposure” er ein viðgerð fyri PTSD, sum strekkir seg yvir 10-15 samtalur. Vísindaliga próvgrundarlagið fyri PE er størri enn tað fyri EMDR, kognitiva traumaviðgerð og SIT. Viðgerðin gevur góð úrslit í sambandi við klientar við PTSD og komorbidari rúsnýtsluórógv (COPE viðgerðin verður eisini løgd fram á skeiðnum), borderline ella aðrari psykiatriskari líðing.

Prolonged Exposure verður nýtt til krígsveteranar í USA, Kanada, Ísrael og Danmark. Háttalagið hevur góð úrslit við sær í sambandi við øll sløg av trauma, eins og víst verður á skeiðnum. Marsha Linehan, sum grundlegði dialektiska atferðarterapi, viðmælir, at Prolonged Exposure verður brúkt, tá ið talan er um borderline og komorbid PTSD.

Hetta skeiðið er ein møguleiki hjá luttakarum at læra at veita PTSD viðgerð. Uppá fýra dagar fáa luttakarar undirvísing í øllum tí, sum viðgerðin umfatar: psykoedukatión um hvussu PTSD vanliga vísir seg, invivo eksponering fyri lágvandamiklum støðum og eksponering fyri traumatiskum minnum. Luttakarar fara eisini at læra, hvussu klientar kunnu hjálpast kensluliga at standa andlit til andlits við traumatisk minni, so minkað verður um traumatisk sjúkueyðkenni og trupulleikar annars.

Prolonged Exposure fer fram eftir trimum viðgerðarsporum: eksponering fyri traumatiskum minnum, støðum, og plássum og upplivingum av øðrum slag, sum klienturin skýggjar. Umframt hetta verður eisini arbeitt við óhjálpsomum sannføringum, sum klienturin hevur um seg sjálvan, onnur og heimin.

Á skeiðnum verða øll stig í viðgerðini gjøgnumgingin við framløgu, venjingum og donskum filmsbrotum, sum vísa viðgerðina í verki. Luttakarar fáa innlit í granskingina og ástøðið undir Prolonged Exposure, og hvussu teir skulu handfara kensluligu strongdina, klientar kunnu uppliva undir viðgerðini. Luttakarar læra at raðfesta invivo eksponeringar og at fullføra ímyndaða eksponering og sokallað hot spots. Vant verður áhaldandi á skeiðnum. Filmsbrot frá veruligari viðgerð av klientum verða víst.

Allir lutir í viðgerðini verður gjøgnumgingnir og vandir, so luttakarar eftir skeiðið eru førir fyri at veita Prolonged Exposure viðgerð.

Undirvísarin
Tað er Casper Aaen, sálarfrøðingur, sum fer at undirvísa. Hann hevur fullført nógvar verkstovur í Prolonged Exposure við Ednu Foa. Hann er løggildur supervisari í PE. Hann superviserar ATT í Vejle og Odense og PTSD pakkan í psykiatriini í Keypmannahavn. Hann hevur nógvar kliniskar royndir við PTSD viðgerð. Hann hevur skrivað bøkurnar, Lev med dine følelser og Kom over dit livs traume – en selvhjælpsbog for mennesker med PTSD, sum Psykiatrifonden gav út, ávikavist í 2011 og 2014. Hann hevur eisini skrivað kapitlar í bókunum, Grundbog í kognitive metoder (Dansk Psykologisk Forlag) og Psykoterapeutiske tilgange til PTSD (Hans Reitzels Forlag). Umframt hetta hevur hann í nógv ár gjørt sær royndir við dialektiskari atferðarterapi til borgarar við borderline og etingarólagi.

Luttakarar
Hetta er ein tvørfaklig útbúgving. Luttakarar kunnu vera stuðlar, rúsviðgerar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarviðgerðar, sosialráðgevar, sálarfrøðingar og læknar. Skeiðið er fyri virkin professionell, sum hava áhuga í persónsleikaórógvi, sjálvskaða, sjálvsoyðan, etingarólagi og rúsnýtsluórógv.

Skeiðsdagar: 4.-7. oktobur 2023.

Staðseting: Hilton Garden Inn, Staravegur 13, 100 Tórshavn.

Freistin at tekna seg til skeiðið er 20. septembur 2023. Kostnaðurin er 7780 kr. Tá ið tú hevur meldað teg, verður rokning send til tín ella títt starvsstað.