Endurlýsing: Sálarfrøðingur ella sálarviðgeri til Blákrossheimið

Søkt verður eftir einum sálarfrøðingi ella sálarviðgera til Blákrossheimið til setan frá 1. september 2023 til 31. mai 2024. Talan er um tíðaravmarkað fulltíðarstarv.

Blákrossheimið veitir ambulanta og samdøgursviðgerð til vaksin við rúsnýtsluórógvi og teirra avvarðandi. Eisini er ambulant viðgerð til ung niður í 15 ár. 15 starvsfólk eru knýtt at Blákrossheiminum. Starvfólkahópurin er samansettur av leiðara, sálarfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingi, lækna, heilsurøktara, rúsevnisviðgerum, presti, kokki, kvøldvaktum, náttarvaktum og skrivara. Umframt hetta fáa vit javnan ráðgeving frá psykiatara við atliti til dupultdiagnosur. Høvuðsviðgerðarleisturin er DAT (dialektisk atferðarterapi).

Arbeiðið hjá sálarfrøðingi og sálarviðgera umfatar í høvuðsheitum sálarfrøðiliga viðgerð, einstaklingasamrøður, bólkaundirvísing, útgreining, tvørfakligt samstarv við hinar fakbólkarnar á stovninum og tvørtur um geirar. Samskipan er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðinum.

Førleikakrøv:

  • Sálarfrøðingur við løggilding. Sálarfrøðingar uttan løggilding kunnu eisini søkja starvið.
  • Sálarviðgeri við 5 ára útbúgving innan sálarviðgerð og góðkenning í sálarviðgerðarfelagi. Sálarviðgerar við styttri útbúgving kunnu eisini søkja starvið.
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur.
  • DAT útbúgving er ein fyrimunur.

Dentur verður lagdur á: 

  • Arbeiðsroyndir innan útgreining og viðgerð.
  • Hevur lætt við at koma ísamband við menniskju.
  • Hevur áhuga fyri at arbeiða við málbólkinum.
  • Hegni til at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva tvørfakligt innanhýsis og tvørtur um geirar.
  • Fakligt arbeiðssemi og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar.
  • At tú ert álitisvekjandiog hevur góð innlivingar- og

Vit bjóða:

  • Holla innleiðslu til arbeiðið
  • Tvørfakligt samstarv
  • Áhaldandi fakliga menning
  • Møguleika fyri at fáa útbúgving í DAT í 2024
  • 2 tímar av einstaklinga supervisión um mánaðin
  • Vikuliga bólkasupervisón

Løn/setanartreytir:
Talan er um tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá 1. september, 2023 til 31. mai, 2024 . Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn saman við prógvum, CV, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. juli 2023 kl. 14:00.
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Leiv á Lakjuni, leiðara á Blákrossheiminum.

T-post: leivur@blakross.fo, ella tlf. +298 770 770

Umsóknin skal sendast til:
blakrossheimid@blakross.fo
Att.: Leivur á Lakjuni, leiðari