Ung og rúsevni: Hesi eru ávaringartekinini

Hvørji ávaringartekin skulu foreldur og onnur avvarðandi hjá ungum vera varug við, nú rúsevni floyma inn yvir landið? Og hvør er teirra fyribyrgjandi leiklutur hesum viðvíkjandi? 

Hetta var spurningurin, Hallur av Rana setti Jüttu Olsen, leiðara á Blákrossheiminum, í Kringvarpssendingini Breddanum, hósdagin 28. januar 2021. 

Jütta Olsen tók fyrst og fremst undir við tí, sum aðrir myndugleikar hava sagt um, at tað eisini eru eisini heilt ung fólk, sum verða rakt av rúsevnismisnýtslu. Ungdómsviðgerðin hjá Blákrossheiminum, DAT ung, er viðgerð til ung úr 15 ára aldri. Men Blákrossheimið kennir eisini til fólk, sum eru yngri enn tað. 

“Hevur tú illgruna um, at barnið hjá tær ella ein ungur tekur rúsevnir, vís so atferðini hjá teimum serligan ans,” sigur Jütta Olsen. Millum ávaringarteknini, sum foreldur serliga kunnu leggja merki til, eru manglandi svøvnur og sløv ella dølsk atferð. Tey kunnu isolera seg, og gevast við ítrótti ella øðrum sunnum frítíðarítrivum, tey fyrr luttóku í. Eisini kunnu tey blíva lættari firtin og skifta vinir út, kanska við fólk, sum eru eldri enn tey. Og so kann teirra peninganýtsla økjast.

“Eg má tó eisini siga, at nógv av hesi atferð er vanlig fyri tannáringar,” leggur Jütta Olsen aftrat. “Tað eru nógv ung, sum eru sløv, ikki tíma upp og ikki fara í song, ella eru irritabul. Hetta nýtist ikki at hava nakað við rúsevni at gera”.

Tað er samanrenningin av nógvum ymiskum tingum, sum foreldur og onnur avvarðandi skulu hava eygni eftir. Og tað snýr seg um at lurta eftir magakensluni, sum tey kunnu føla.

“Hevur man ein mistanka, so er tað ofta eitt ella annað, sum ikki er sum tað skal vera,” sigur Jütta Olsen.

Hvussu tosar man so við ung um evnið? 

“Tað eru nógv foreldur, sum kenna seg púra ráðaleys. Tey kenna einki til hesa verðina og nú tað verður so nógv tosað um hetta, kann tað skapa nógvan ótta. Men hevur tú ein illgruna, at barnið hjá tær tekur rúsevnir, so er tað av týdningi, at tú setur teg inní hetta,” leggur Jütta Olsen áherðslu á.

Hvussu síggja rúsevni út? Hvussu ávirka tey ein ungan persón? Tað er týdningarmikið, at tú veitst tað, tey ungu vita. Tey eru forvitin og leita sær upplýsingar á netinum. Tey hava eina rúgvu av vitan um evnið. 

“Tor, at tosa við títt barn og at seta orð á,” sigur Jütta Olsen. 

Vís eisini áhuga fyri tí, sum barnið ger á netinum. Tað er har, nógv av tí, sum hevur við rúsevni, gongur fyri seg. Har fáa tey fatur á rúsevnum og tað er har, tey samskifta við onnur um tað. Hvar eru tey? Hvat gera tey? Tá ið tey eru úti saman við øðrum, men eisini tá tey eru á sosialu miðlunum. Tey ungu kunnu halda, at slíkur áhugi er ørkymlandi. “Men vit vita, at tey eru glað fyri tað allíkavæl, sjálvt um tey fýsa,” vissar Jütta Olsen foreldur um.

Men nær skal man taka prátið?

“Man kann gott byrja tíðliga. Tað skal sjálvandi hóska til aldurin, men børn hoyra eina rúgvu í fjølmiðlunum, á netinum og í samfelagnum um rúsevnir, og tey ganga og mala við nógvari vitan,” greiðir Jütta Olsen frá. “Um foreldrini einki siga, so kann tað blíva mystiskt og bara veksa í teirra hugaheimi.” Tí er tað týdningarmikið, at foreldur seta orð á og hjálpa sínum børnum at fáa greiði á tí, tey hugsa um, við at endurspegla teirra tankar.

Hvat skal man so gera, um eins barn er endað í skeivum umhvørvi ella er byrjað at taka rúsevni?

“Set teg fyrst og fremst inn í orsøkina fyri hví, tann ungi byrjar at taka rúsevnir. So kanst tú møta honum ella henni,” sigur Jütta Olsen.

Tosað altíð við støði í tær sjálvum. Sig tað, tú sært og hvat tað er, tú stúrir fyri. Opna fyri samskifti báðar vegir. Ikki fara eftir misnýtsluni sjálvari ella tí evni, sum tann ungi nýtur. Tosa heldur um fylgirnar av nýtsluni. 

Um tú ikki nært inn til tann unga, finn so onkran annan, sum tey hava álit á. Vissa barnið um, at tað er ílagið at tað tosar við ein, tað hevur álit á. Um neyðugt, so er serkøn hjálp at heinta. Eitt nú hjá fyribyrgingardeildini hjá Bláa krossi Føroya ella ungdómsviðgerðini datung.fo.