Vegleiðing í samband við samtalur á netinum

Eins og áður kunngjørt, so bjóðar Blákrossheimið samtalur á netinum, nú koronatilbúgvingin er galdandi fyri føroyska samfelagið.

Hetta hava vit ment vegleiðing til. Hevur tú fingið eina avtalu um samrøðu ella ert tú forvitin um hvat ein slík inniber, so er vegleiðingin viðkomandi fyri teg. Tú kanst lesa hana her.

Vit brúka eina skipan til samrøður á netinum, sum eitur Whereby. Whereby er ein trygg skipan til samrøður á netinum, og hon fylgir krøvunum, sum ES hevur sett í GDPR-ásetingunum. Hetta merkir m.a. at hon ikki goymir nakrar upplýsingar um teg, ella tað, sum verður sagt. Tú kanst lesa nærri vegleiðing um hvussu tú brúkar Whereby her.