Viljastyrki er avmarkað tilfeingi

Eitt av tí týdningarmesta, sum skal til, um ein ætlar sær at broyta lívsstíl, er viljastyrki. Ætlar tú at steðga við at misnýta rúsdrekka og rúsevnir, so má viljastyrki til. Sama er galdandi, ætlar tú tær at leggja av at roykja ella at eta sunnari og íðka ella hvat tað skuldi verið. Viljastyrki krevst.
Viljastyrki kann lýsast sum førleikin at velja tað, tú vilt og tú veist er gott, framum tað, tú hevur hug til, men veitst er skaðiligt. Viljastyrki er førleikin at útseta tað, tú hevur hug til í løtuni, tí tú veitst at nakað betri fyri teg bíðar eftir tær í framtíðini. Við viljastyrki lyftir tú teg uppum óhjálpsamar tankar og kenslur og velur eina atferð, sum ikki skaðar.
Men viljastyrki er tilfeingi. Tað vil siga, nakað, sum tú kanst gera nýtslu av, men eisini nakað, sum minkar sum tú brúkar tað. Eins og við kropsligari styrki, so setur møði inn aftaná tú hevur brúkt tína viljastyrki eina løtu. Tú kanst gerast “viljatroyttur”.
Á enskum kalla sálarfrøðingar hetta fyri “ego depletion”. Við “ego” verður ikki sipað til “egoismu” og sjálvsøkni, men til tín førleika at stýra tær sjálvum og hava eftirlit og ræði yvir tí, tú gert.
Í einum víðagitnum eksperimenti, vóru luttakararnir býttir upp í tveir bólkar. Í einum rúmi høvdu granskararnir sett nýbakaðar chocolate chip smákøkur á borðið og eina skál av radisum. Fyrri bólkurin fekk boð um at tey kundu eta tað, tey høvdu hug til, av smákøkunum, men einki av radisunum. Seinni bólkurin fekk hinveg forboð at eta smákøkurnar, og sluppu bara at eta radisurnar. Tað vil siga, at sannlíkt bara var í seinna bólkinum, at nakar hevði tørv á at brúka sína viljastyrki. Nýbakaðar smákøkur við sjokolátu freista tey flestu væl meira enn ráar radisur! Eftir hendan partin av royndini, fingu allir luttakararnir ein hálvan tíma at loysa eitt sera torført roknistykki. Teir, sum høvdu etið radisurnar og tí høvdu brúkt av síni viljastyrki til at halda ímóti freistingini at eta smákøkur, góvu upp aftaná 8 minuttir í miðal. Teir, sum høvdu etið smákøkurnar og høvdu meira viljastyrki at taka av, hildu út í 19 minuttir í miðal.
Í einum øðrum eksperimentið vórðu tveir bólkar av royndarluttakarum bidnir at hyggja eftir einum syrgiligum filmi. Allir luttakararnir vóru samstundis í ferð við at klænka seg. Fyrri bólkurin fekk loyvi at úttrykkja sínar kenslur frítt, meðan seinni bólkurin fekk forboð fyri at úttrykkja tær. Eftir filmin bjóðaðu granskararnir luttakarunum ís. Fyrri bólkurin át væl minni ís enn seinni. Luttakararnir, sum allir vóru á klænkikuri, vildu sjálvandi eta sum minst av ósunnum ísi. Men teir luttakararnir, sum høvdu sitið ein heilan film og brúkt sína viljastyrki til ikki at vísa sínar kenslur, teir høvdu minni av viljastyrki eftir tá ið ísakalda freistingin kom.
Ein hópur av øðrum eksperimentum benda á tað sama: viljastyrki er avmarkað tilfeingi. Tú kanst hava meira og minni av tí, og gert tú brúk av tíni viljastyrki eina løtu, so hevur tú minni viljastyrki til seinni.
Tí er tað eitt gott hugskot, at vera tilvitaður um hvat tú brúkar tína viljastyrki til. Serliga um tú aktivt arbeiðir við at broyta ein lívsstíl, sum til dømis at gevast við at misnýta rúsdrekka og rúsevnir. Ert tú til dømis noyddur at smíla teg ígjøgnum eina óhugaliga vitjan frá vermammuni, ella noyðist tú at vera diplomatiskur og vinarligur yvirfyri einum órímiligum kunda ella arbeiðsfelaga, ansa so væl eftir hvat tú útsetur teg fyri seinni um dagin. Ver tilvitaður um í hvørjum umstøðum, tú ert veikur, og eydnast tær ikki at sleppa tær undan teimum ella betra um tær, stýr tá uttanum freisting seinni. Hevur tú til dømis havt eina torføra telefonsamtalu við mammu tína, har hon, sum hon altíð ger, skuldsetur teg fyri at vera dovnan og nyttuleysa – far tá ikki í býin um kvøldið ella aðrastaðni, har tú veitst at kanst rúsa teg.
Heilin er tann likamsluturin, sum brúkar mest orku. Og okkurt bendir á, at viljastyrki beinleiðis hevur okkurt at gera við orkuna, heilin hevur at brúka av. Í einari kanning gjørdi tað mun um luttakarar drukku sitrónsaft við og uttan sukur. Luttakarar, sum vóru viljatroyttir, fingu nýggja viljastyrki við at drekka sukursøta saft, meðan teir, sum drukku saft uttan sukur ikki fingu sama ágóðan. Sukrið gav heilanum orku.
Hugburður hevur eisini nógv at siga tá ið tað kemur til viljastyrki. Tað vísir seg, at tey, sum gera eitthvørt av sínum eintingum hava meira viljastyrki enn tey, sum eru noydd at gera tað. Og nógv bendir eisini á, at tín viljastyrki hevur eitt lutfalsligt samband við tín egna hugburð um tína viljastyrki: heldur tú teg hava lítla viljastyrki, so hevur tú lítla viljastyrki. Og umvent við stórari viljastyrki. Bæði vónloysi og trúgv uppá tað eru sostatt sjálvuppfyllandi spádómar.
Tað, ikki at hava nóg nógva viljastyrki til at halda ímóti freistingini, kann vera ein órógvandi uppliving. Ofta stendur tú eftir við stórari skomm, vreiði inn á teg sjálvan og undirliggjandi vónloysi um tað nakrantíð fer at eydnast tær. Men tá kann tað hjálpa at minnast til, at viljastyrki er eins og kropslig styrki. Tað, ikki at hava so nógva, kanska bara eina løtu, nýtist einki at siga um teg og títt virði sum ein persónur. Tú ert ikki at vera ein vánaligur persónur tí tú ikki megnaði at standa ímóti freistingini og halda út. Kanska ert tú bara troyttur. Hvíl teg tí, reis teg upp og leyp upp á hestin aftur!
 
Kelda: “Is Willpower a Limited Resource?”, American Psychological Association