Blákrossheimið bjóðar útbúgvingar í DAT og PE

Í heyst í ár og í vár næsta ár skipar Blákrossheimið fyri útbúgvingum í dialektiskari atferðarterapi, ella DAT, og traumaviðgerðini Prolonged Exposure, ella PE.

DAT er ein vísindaliga grundaður sálarfrøðiligur viðgerðarháttur, sum hevur víst seg at veita munagóða hjálp á nógvum økjum, eins og persónsleikaórógvi, rúsnýtsluórógvi, tunglyndi, etingarólagi og øðrum. PE er somuleiðis ein vísindaliga grundaður viðgerðarháttur fyri PTSD, ella posttraumatiskt stressórógv. Við PTSD fylgja ofta aðrar diagnosur, eins og rúsnýtsluórógv, borderline persónsleikaórógv, angist og annað. 

Tað er Casper Aaen, løggildur sálarfrøðingur, sum undirvísir. Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða innan sálarheilsuøkið. Tvs. rúsviðgerðar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarfrøðingar, psykoterapeutar, sosialráðgevar, læknar og líknandi.

Bæði DAT og PE verða nýtt í viðgerðini, Blákrossheimið veitir fyri rúsnýtsluórógv.

Útbúgvingin í DAT verður 9. – 11. sept., 7. – 9. okt., 18. – 20. nov., og tann í PE verður 2. – 5. feb. 2022. Umsóknarfreistirnar eru ávíkavist 1. juni fyri DAT og 1. juli fyri PE.

Ynskir tú, at melda teg til útbúgvingina DAT, les so meira her. Og ynskir tú, at melda teg til útbúgvingina í PE, les so her.