Hvussu rúsa føroyingar seg?
Í januar 2021 bílegði Blákrossheimið eina spurnarkanning frá Spyr.fo við tí endamáli, at kanna hvussu føroyingar rúsa seg.
Her er úrslitið av tí kanningini.
Hendan spurnarkanningin varð bygd á AUDIT kanningina, sum heimsheilsustovnurin, WHO, hevur ment. AUDIT er eitt spurnarblað, sum gevur einstaka brúkaranum eina ábending um hvørt mátin, rúsdrekka verður nýtt, er skaðiligur ella ikki.
Vit løgdu tveir spurningar aftrat – um viðgerð fyri rúsnýtsluórógv og um avvarðandi hjá einum, sum kann hava rústrupulleikar.
500 Spyr.fo brúkarar svaraðu, umboðandi fólkafrøðiligu samansetingina í Føroyum (kyn, aldur og bústað).
Høvðuspunkt úr kanningini:
- 18% av føroyingum drekka ongantíð rúsdrekka.
- Uml. 68% drekka rúsdrekka frá minni enn einaferð um mánaðin til 4 ferðir um mánaðin.
- 50% av teimum spurdu svaraðu, at tey drekka ein til tveir drykkir, teir dagarnar, tey drekka alkohol.
- 30% drekka ongantíð meira enn 6 drykkir ella fleiri.
- Næstan helvtin (46%) sigur seg drekka 6 drykkir ella fleiri minni enn einaferð um mánaðin.
- Vanligasta rúsdrekkamynstrið tykist at vera, at fólk drekka hóvliga nakrar ferðir um mánaðin og nógv einstakar ferðir um árið.
- 25% hava angrað ella kent skuldarkenslur, tí tey høvdu drukkið.
- 27% hava upplivað ikki at minnast hvat hendi tá tey drukku kvøldið fyri.
- 21% hava upplivað at tey ella onkur annar er komin til skaða, tí tey høvdu drukkið.
- 95% hava ongantíð leita sær hjálp fyri sína rúsnýtslu.
- 13,6% hava fingið at vita frá einum, sum stóð teimum nær, at viðkomandi var stúrin um teirra rúsnýtslu ella beinleiðis viðmældi, at tey minkaðu um nýtsluni.
- 40% av teimum spurdu søgdu seg vera avvarðandi hjá einum, sum tey mettu, høvdu ein rústrupulleika.
- 10% av hesum, søgdu seg vera barn hjá viðkomandi.
Tilfar:
Framløga um kanningina
Kanningarúrslit
Leinki: